Bygnaður
Heilsustýrið er uppbygt við eini stjórn, trimum heilsufakligum eindum umframt eini fyrisitingarligari eind. Allar eindir vísa til stjórnina í Heilsustýrinum.
Stjórn
Stjórnin er mannað við stjóra og varastjóra í Heilsustýrinum. Stjórnin stendur fyri dagligu og strategisku leiðsluni í Heilsustýrinum. Stjórin hevur evstu ábyrgd av arbeiðinum hjá stovninum.
Fólkaheilsueindin
Fólkaheilsueindin arbeiðir breitt við uppgávum innan fólkaheilsu í Føroyum. Arbeiðið fevnir um heilsufremjan, fyribyrging, upplýsing og tiltøk innan fólkaheilsu sum heild. Arbeiðið hjá Heilsustýrinum er vísindaliga grundað, og dentur verður lagdur á at brúka føroyskar heilsudátur, so innlit fæst í støðuna innan fólkaheilsu í Føroyum. Út frá hesum ber til at gera tilmæli og taka avgerðir um, hvørji øki skulu raðfestast.
Heilsudátueindin
Heilsudátueindin savnar, mennir, skipar og viðger hagtøl um heilsu í Føroyum. Heilsudátueindin mennir og umsitur heilsuskráir hjá Heilsustýrinum, m.a. Ættarbandsskránna, Vevnaðarskránna, Krabbameinsskránna og FarGen. Dáturnar verða brúktar til at gera greiningar og heilsufrágreiðingar. Dáturnar eru undir ávísum treytum eisini tøkar til gransking, og Heilsustýrið viðger umsóknir um loyvi til at granska í skráunum.
Tilbúgvingareindin
Tilbúgvingareindin hevur ábyrgd av føroysku heilsutilbúgvingini. Heilsutilbúgving verður sett í verk í sambandi við eitt nú vanlukkur, álvarsamar smittusjúkur, yvirgangsatsóknir.
Tilbúgvingareindin varðar eisini av uppgávum viðvíkjandi koppseting og smittusjúku. Arbeitt verður við at gera mannagongdir, vegleiðingar og tilmæli, eins og ráðgeving verður veitt borgarum, stovnum og heilsuverkinum.
Fyrisitingareindin
Fyrisitingin tekur sær av umsitingarligum uppgávum og skrivstovuhaldi vegna stjórn og starvsfólk í Heilsustýrinum. Fyrisitingareindin varðar eisini av bókhaldi, starvsfólkaviðurskiftum, samskifti, løgfrøði og KT.