Fólkaheilsa
Heilsustýrið umsitur og styrkir fólkaheilsuarbeiðið í Føroyum. Heilsustýrið leggur saman við Heilsumálaráðnum til rættis heilsufremjan og fyribyrging fyri allar Føroyar við at veita upplýsing og skipa fyri tiltøkum innan fólkaheilsu. Arbeiðið hjá stýrinum er vísindaliga grundað, og endamálið er at betra um fólkaheilsuna og fyribyrgja sálarliga og likamliga sjúku.
Heilsustýrið lýsir, eins og WHO, heilsu soleiðis:
Heilsa er ein støða av fullkomnari likamligari, sálarligari og sosialari vælveru, og ikki bert frávera av sjúku ella heilsubreki.
Arbeiðsøkini hjá Heilsustýrinum eru m.a.:
- Tubbak og nikotin
- Rúsdrekka
- Rúsevni
- Rørsla
- Sálarlig heilsa
- Kostur
- Reinføri
- Skermnýtsla (faldari)
- Umhvørvi (t.d. grind, PFAS, larmur osfr.)
- Skreening