logo

Í 2019 vísti stóra, føroyska fólkaheilsukanningin „Hvussu hevur tú tað?“. Úrslit frá kanningini vístu, at í Føroyum eru tað serliga ung, sum í størstan mun kenna seg strongd, tung í huga, ólukkulig og kenna einsemi samanborið við eldru aldursbólkarnar. Við kvantitativu úrslitunum var tørvur á at fáa betri innlit í, hvørji viðurskifti ávirka sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum og tískil varð ein kvalitativ kanning gjørd, sum tekur støði í sjónarmiðunum hjá føroyskum ungdómi.

Í hesi frágreiðing verða úrslit løgd fram um viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarligu heilsuna hjá ungum. Frágreiðingin tekur støði í eini kvalitativari kanning um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum millum 18 og 34 ár og inniheldur høvuðsúrslit og nøkur tilmæli til, hvat kann bøta um og styrkja sálarligu heilsuna hjá hesum aldursbólki.

Les frágreiðingina her.