logo

Ein nýggj Landssjúklingaskrá verður bygd upp og staðsett í Heilsustýrinum. Í hesi skránni verða upplýsingar úr sjúklingajournalum um allar føroyingar skipaðar, eitt nú diagnosur, aktiónsdiagnosur, hjádiagnosur, kanningar, skurðviðgerðir og allar føðingar.

Við støði í Landssjúklingaskránni kann Heilsustýrið gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuverkið, veita heilsufakliga ráðgeving o.s.fr. Upplýsingar í skránni verða fingnar til vega úr teimum skráum, sum longu eru í Føroyum, t.d. Diagnosuskránni hjá Heilsustýrinum, umframt upplýsingar um føroyingar úr danska Landspatientregisteret. Fólkaheilsustýrið skal í samstarvi við danskar myndugleikar fáa avrit av upplýsingum um føroyingar í Landspatientregisteret. Landssjúklingaskráin verður dagførd javnan.

Landssjúklingaskráin er eisini neyðug til tess, at granskarar í Føroyum kunnu hava eitt haldgott undirstøðukervi at granska í.