Barnakoppseting
Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur.
Í Føroyum hava vit eina koppsetingarætlan fyri børn, sum skal verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum. Fyrsta koppsetingin í ætlanini er til børn, sum eru 3 mánaðir gomul, og tann seinasta er til 12 ára gomul børn.
Nógvar av teimum sjúkunum, sum eru við í koppsetingarætlanini, eru næstan ruddaðar út í Føroyum, men eru framvegis til aðra staðni í heiminum. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur, um vit ikki halda fram at koppseta. Heilsustýrið mælir tí til, at foreldur lata børnini fylgja koppsetingarætlanini. Les meira um einstøku koppsetingarnar longri niðri.
Barnakoppsetingin er eitt ókeypis tilboð. Barnið verður koppsett hjá kommunulæknanum, og foreldur bíleggja sjálvi tíð til barnið.
Heilsustýrið arbeiðir saman við Heilsutrygd/kommunulæknunum við at menna eina skipan, sum sendir áminning út til foreldur, tá barnið eigur at verða koppsett sambært koppsetingarætlanini.
Fá yvirlit yvir, nær títt barn skal hava ymsu koppsetingarnar í hesum roknaranum.
Koppsetingar í koppsetingarætlanini
Barnakoppsetingarætlanin í Føroyum fylgir ætlanunum í hinum Norðurlondunum. Í talvuni og á myndini niðanfyri sæst, nær mælt verður til, at barnið fær ymsu koppsetingarnar. Koppsett verður fleiri ferðir fyri somu sjúkur fyri at fáa besta virknaðin.
Prenta talvuna her
Prenta mynd við tíðarlinju her og í ljósum litum her.
Les nærri um koppsetingarnar niðanfyri.
Um koppsetingarnar
DiTeKiPol-Hib-koppseting
DiTeKiPol-Hib-koppsetingin verjir móti difteri, stívkrampa, kikhosta, polio og Hib. Heilsustýrið mælir til, at børn fáa hesa koppsetingina, tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir. Tað er umráðandi, at børnini verða koppsett rættstundis, tí tá fáa tey bestu verjuna móti sjúkunum.
Koppsetingin verjir móti hesum sjúkum:
- Difteri, sum kemur av bakteriuni, Corynebacterium diphteriae, og kann elva til eitt nú álvarsligan og lívshættisligan hálsbruna.
- Stívkrampi (tetanus) kemur av bakteriuni, Clostridium tetani, sum serliga er at finna í mold o.l. Bakterian kann smitta gjøgnum opin sár og kann hava við sær lívshættisligan krampa.
- Kikhosti kemur av bakteriuni, Bordetella pertussis, sum kann elva til infektión í andaleiðini og hava við sær álvarsama andaneyð hjá pinkubørnum.
- Polio, sum kemur av poliovirusi og kann elva til varandi lamni.
- Hib-infektión kemur av bakteriuni, Haemophilus influenzae typa b (Hib), og kann hava við sær meningitis ella bruna í barkalokinum.
Pneumokokkkoppseting
Pneumokokkar (streptococcus pneumoniae) er ein bólkur av bakterium við nógvum undirbólkum. Koppsett verður fyri nakrar av teimum í barnakoppsetingarætlanini. Koppsetingin verður givin saman við DiTeKiPol-Hib-koppsetingini, tá barnið er 3, 5 og 12 mánaðir.
Vanligastu sjúkurnar, sum standast av pneumokokkum er bráðfeingis miðoyrnabruni, hjáholubruni og lungnabruni, ið aloftast ikki hevur við sær varandi mein. Breiðir bakterian seg til blóðið, kann sjúkan verða lívshættislig og elva til blóðeitran (sepsis) og/ella menigitis. Í báðum førum kann almenna heilsustøðan og tilvitið hjá sjúklinginum vera ógvuliga ávirkað, hann er ljósviðkvæmur, hevur ógvusliga høvuðpínu og nakkastívleika, og fepurin kann vera høgur.
MFR-koppseting
MFR-koppsetingin verjir móti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Heilsustýrið mælir til, at børn fáa koppsetingina, tá tey eru 15 mánaðir og 4 ár. Umráðandi er, at børnini verða koppsett rættstundis, tí tá fáa tey bestu verjuna móti sjúkunum.
Koppsetingin verjir ímóti:
- Meslingar standast av morbillivirusi, og eru mest smittandi barnasjúkan. Í álvarsligum førum kunnu eftirsjúkur sum menigitis og/ella heilabruni fylgja við og kunnu elva til heilaskaða, deyvleika og í ringasta føri vera deyðiligar.
- Fárasjúka kemur av parotitisvirusi. Fárasjúka kann elva til bruna í eistunum (testiklunum) hjá dreingjum í ella eftir kynbúningaraldur, og tað kann hava við sær verri gitnaðarføri (fertilitet). Sterilitetur orsakað av fárasjúku er tó sjáldsamur. Uml. 10 % av teim smittaðu fáa milt menigitis, sum tó ógvuliga sjáldan hevur við sær varandi mein.
- Reydlingar koma av rubellavirusi. Um ein kvinna, sum er við barn, fær reydlingar, er vandi fyri vanskapan hjá fostrinum, um kvinnan verður smittað fyrru hálvu av burðartíðini.
HPV-koppseting
HPV-koppsetingin minkar um vandan fyri at fáa lívmóðurhálskrabba, baktarmskrabba og kynsvørtur. Heilsustýrið mælir til, at børn fáa koppsetingina, tá tey eru 12 ár, tí koppsetingin er munadyggast, um børnini fáa hana, áðrenn tey eru kynsliga virkin. Fær barnið koppsetingina rættstundis, skal tað koppsetast tvær ferðir við minst fimm mánaða millumrúmi. Verður barnið ikki koppsett áðrenn 15 ára aldur, skal tað hava tríggjar koppsetingar.
HPV er eitt virus, sum smittar við kynsligari samveru. HPV hevur nógvar undirbólkar. HPV kann elva til sjúkur so sum kynsvørtur, meðan onnur sløg av HPV kunnu elva til krabbamein bæði hjá monnum og kvinnum. Hjá kvinnum kann HPV bera við sær lívmóðurhálskrabba, krabba í skeiðini og ytru kynsgøgnunum. HPV kann vera atvold til baktarmskrabba og krabba í varrum/munnholu/svølgi hjá báðum kynum og hjá mannfólki til krabba í penis.
Tá børn eru koppsett fyri HPV, eru tey útvið 90 % vard móti baktarmskrabba og kynsvørtum. Gentur eru eisini vardar 90 % móti lívmóðurhálskrabba og í ávísan mun móti krabba í skeiðini og ytru kynsgøgnunum.