logo

Heilsustýrið skipar, umsitur og mennir føroyska biobankan, sum áður lá hjá Ílegusavninum. Heilsustýrið varðar av heilsuskráunum: Vevnaðarskránni, Diagnosuskránni og Ættarbandsskránni, og ger sáttmálar við granskarar um nýtslu av upplýsingum og vevnaði í skráunum. Sum frá líður verða fleiri skráir lagdar til Heilsustýrið at umsita.

Heilsustýrið skal eisini menna eina nýggja Landssjúklingaskrá, sum skal savna og skipa heilsu- og sjúkuupplýsingar um allar føroyingar. Hetta er til gagns fyri bæði sjúklingar og heilsustarvsfólk, eins upplýsingarnar kunnu nýtast til gransking og fyrisitingarlig endamál í heilsuverkinum.

Við FarGen byggir Heilsustýrið upp eitt grundarlag fyri at menna diagnostikk og meira málrættaða viðgerð við at savna inn genom- og aðrar heilsudátur til gransking. Endamálið er at stuðla undir menningina av persónlagaðum medisini.

Les nærri um skráirnar og um FarGen í høgra bredda.