Leiðreglur innan heilsuverkið
Heilsustýrið skal tilevna vegleiðingar og leiðreglur til heilsulóggávu. Hetta arbeiðið fer í gongd heystið 2023.
Sjúkrahúsverkið hevur eina skipan (PLI - Politikk, Leiðreglur, Instruks), fyri sjúkraviðgerð á sjúkrahúsi. Henda skipan verður regluliga dagførd og ætlanin er, at leiðreglur innan Heilsuverkið fylgja hesum leistinum.
Til vegleiðingin hjá Heilsustýrinum er klár, kunnu leiðreglurnar hjá Sundhedsstyrelsen brúkast sum grundarlag.