logo

7. oktober 2024 byrja vit ABC vikuna við átakinum "vit syngja saman", tá vit eggja øllum í Føroyum til at syngja ABC sangin "Ver virkin, ver saman, ver hugbundin", ið Jensina Olsen hevur gjørt til ABC fyri sálarliga heilsu. Sangteksturin er niðanfyri og kann eisini takast niður sum pdf. Sangurin er eisini tøkur á Spotify

Átakið snýr seg um at einstaklingar, arbeiðspláss, skúlar, dagstovnar, ellisheim, frítíðarfelagsskapir og onnur syngja ABC sangin, filma sangløtuna og senda filmsbrotið til Heilsustýrið, sum síðani setur øll tey innsendu filmsbrotini saman til eitt filmsbrot, ið verður almannakunngjørt 11. oktober. 

Tit brúka https://www.wetransfer.com/ til at senda filmsbrotið til Heilsustýrið. Send filmsbrotið til Monika@hst.fo. Ein vegleiðing til at senda eina fílu gjøgnum wetransfer sæst her.

Ver virkin - ver saman - ver hugbundin

ABC sangurin

Orð og lag: Jensina Olsen 2020

1. Sálarheilsan, tríggir fittir bókstavir á rað,
vekja vit teir, fáa vit eitt tónalag.
Allir duga okkurt, og teir eita A, B, C,
heilsugott er ABC'ið fyri teg og meg.

Ver virkin - ver saman - ver hugbundin
Ver virkin - ver saman - ver hugbundin.
Tað er gott fyri teg og meg,
tað er gott fyri ABC

2. A, tað merkir virkin, ganga túr og loyp' á sjógv,
lúka, sit' í frið og lesa ella tosa nógv,
spæla, renna, saga ella syngj' ein góðan sang,
mála, flenna, hoyra fagran kirkjuklokkuklang.

Ver virkin - ver saman - ver hugbundin...

3. B, tað merkir saman, eitt og tvey, ja kanska trý,
tá vit hoyra til, vit gloyma bæði stríð og tíð
binda, lesa, tosa, spæla bólt og mandolin,
vera við í onkrum, saman hoppa trampolin

4. C, tað merkir hugbundin, vit gloyma tíð og stað,
tungir trekir tankar, fara hoppandi avstað,
læra, royna okkurt nýtt og veita vinarhond,
sinnið gert so kátt, tá ið vit knýta vinarbond.

Ver virkin - ver saman - ver hugbundin...

:/Ver virkin, ver saman, ver hugbundin - ABC/: (4 ferðir)

5. Bókstavirnir virka saman, sundur ein og ein,
við ABC'num, sálarheilsan, fær eitt eyka bein.
Hjá okkum øllum, ABC'ið, ymiskt er
tó vit kunnu ABC'ast, saman her í verð.

:/Ver virkin - ver saman - ver hugbundin

Ver virkin - ver saman - ver hugbundin.
Tað er gott fyri teg og meg,
tað er gott fyri ABC/: