logo

ABC vikan er á skrá fyri sjeyndu ferð í ár og er ein vika, har vit leggja dent á at fremja sálarliga heilsu og skapa tilvit um sálarliga heilsu við tiltøkum, tíðindaskrivum um evnið og lýsingarátøkum. Skráin fyri ABC vikuna fevnir um tiltøkini, ið eru á skrá.

Yvirskipaða ABC vikan hjá Heilsustýrinum er í eina viku, sum í ár er í viku 41, frá 7.-13. oktober. Henda ABC skráin inniheldur tey tiltøk, ið samstarvsfelagarar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Av tí at tað hjá summum samstarvsfeløgum liggur betri fyri at skipa fyri ABC tiltøkum aðrar vikur, fevnir skráin í ár harumframt um tiltøk í heystferiuni og tí inniheldur skráin tiltøk frá 7.-19. oktober.

Tiltøkini hesaferð eru bæði fyri børn, ung, vaksin og eldri og í ár eru tiltøkini í Suðuroynni og í Havn. Tiltøkini eru ókeypis, fjølbroytt, áhugaverd og stuttlig og hava tað í felag, at tað ber til at vera virkin saman við øðrum í onkrum virksemi, sum gevur meining fyri tann einstaka. Sostatt ber til at fylgja boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu - uttan mun til, um tú hevur góða ella minni góða sálarheilsu.

Skráin fyri ABC-vikuna er tøk her.