logo
Útgivið 04. oktober 2024

ABC vikan byrjar við sangi


Fyri sjeyndu ferð á rað verður ABC vikan á skránni. ABC vikan er ein vika, har Heilsustýrið varpar ljós á sálarliga heilsu við tiltøkum, lýsingarátøkum og eini frágreiðing við nýggjum úrslitum um evnið. Í ár byrjar vikan við einum tiltaki, ið fevnir um borgarar kring alt landið, tá eggjað verður til at syngja ABC sangin saman.

Yvirskipaða ABC vikan hjá Heilsustýrinum er í eina viku, sum í ár er í viku 41, frá 7.-13. oktober. Skráin inniheldur tey tiltøk, ið samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Av tí at tað hjá summum samstarvsfeløgum liggur betri fyri at skipa fyri ABC tiltøkum aðrar vikur, fevnir skráin í ár harumframt um tiltøk í heystfrítíðini, og tiltøkini eru tískil frá 7.-19. oktober. Í ár hevur Klaksvíkar kommuna longu skipað fyri væleydnaða ABC átakinum “Virkið Heyst” og er tískil ikki partur av skránni hesaferð.

Í ár eru tað Vágs kommuna, Hvalbiar kommuna og ÍSF, ið skipa fyri almennum ABC tiltøkum. Skráin fevnir sostatt um tiltøk í Suðuroynni og í Havn. Tiltøkini eru bæði fyri børn, ung, vaksin og eldri, og tey eru ókeypis, fjølbroytt og áhugaverd. Umframt almenn tiltøk, skipa ABC samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis tiltøkum. T.d. skipar Psykiatriski Depilin fyri eini innanhýsis ABC viku við m.a. rørsluátøkum, tónleiki og sansaverkstovu. Bæði almennu og innanhýsis tiltøkini geva borgarum og starvsfólki møguleika fyri at vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, sum sambært gransking er gott fyri sálarligu heilsuna.

Vit syngja saman

Heilsustýrið skipar fyri átakinum “Vit syngja saman” 7. oktober, ið er fyrsta tiltak í ABC vikuni og sum ikki er knýtt at einum ávísum staði. Átakið gevur einstaklingum, arbeiðsplássum, dagstovnum, ellisheimum, skúlum o.s.fr. møguleika fyri at syngja ABC sangin “Ver virkin, ver saman, ver hugbundin” við Jensinu Olsen og soleiðis gerast tilvitað um boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu og samstundis fáa eina góða løtu saman við øðrum kring landið. At syngja er gott fyri sálarligu heilsuna!

Heilsustýrið eggjar til at filma sangløtuna og senda filmsbrotið til Heilsustýrið, sum síðani ger eitt filmsbrot við øllum teimum innsendu sangløtunum. Filmsbrotið verður almannakunngjørt 11. oktober. Nærri kunning um átakið, sangtekstin og vegleiðing til at senda filmsbrotið inn er at finna her

Frágreiðing verður almannakunngjørd á sálarheilsudegnum

ABC vikan varð fyrstu ferð sett á skrá í oktober í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, ið er 10. oktober. Endamálið var at leggja  dent á sálarliga heilsu á ymiskan hátt og skapa tilvit. Á altjóða sálarheilsudegnum í ár almannakunnger Heilsustýrið eina nýggja frágreiðing um sálarligu heilsustøðuna hjá føroyskum ungum. Frágreiðingin tekur støði í eini kvalitativari kanning um sálarligu heilsuna hjá ungum og inniheldur nøkur tilmæli hjá ungum um at betra um sálarligu heilsuna millum føroysk ung.

Góða ABC viku!

Onnur kunning

  1. Útgivið 20. nov. 2024
    Nýggjastu føroysku krabbameinstølini tøk á NORDCAN
  2. Útgivið 18. nov. 2024
    Fulltrúi til Heilsustýrið
  3. Útgivið 25. okt. 2024
    Í morgin sløkkja vit saman
  4. Útgivið 15. okt. 2024
    Koppseting móti influensu og COVID-19
  5. Útgivið 10. okt. 2024
    Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
  6. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  7. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  8. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  9. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  10. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  11. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  12. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  13. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  14. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  15. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  16. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  17. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  18. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  19. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  20. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið