logo
Útgivið 26. september 2024

Virkin oktober 2024


Fjórða árið á rað eggjar átakið, Virkin oktober, einstaklingum, arbeiðsplássum og øðrum felagsskapum til at styrkja um sálarligu heilsuna við at vera virkin á ymsan hátt. Átakið hevur ymsar álmanakkar við uppskotum fyri hvønn einstakan dag í oktober um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna.

Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Átakið koyrir eftir sama leisti sum áður við einum álmanakka til børn, einum til ung og einum til vaksin. Í ár er harumframt eisini ein tómur álmanakki, sum kann brúkast til antin at leggja ætlanir fyri ABC virksemi eftir egnum áhugamálum og lívsstøðu ella til at hugleiða og eftirmeta, hvussu tit sum bólkur t.d. á einum stovni ella skúla hava verið virkin eftir ABC-leisti. Virkin oktober koyrir eisini á Facebook- og Instagram-vangunum “ABC fyri sálarliga heilsu”.

Ver virkin á ymsan hátt

Gransking vísir, at tess fleiri mátar vit eru virkin, tvs. sálarliga, sosialt, kropsliga og andaliga, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg tískil ikki bara um at røra seg, men eisini um at fáast við virksemi, ið gevur meining fyri og gleðir einstaklingin. Eggjað verður til at fáast við virksemi bæði einsamøll og saman við øðrum. Álmanakkarnir kunnu geva íblástur og gera okkum tilvitað um at raðfesta nakrar smáar løtur í gerandisdegnum, sum gera teg glaða/n. Í summum førum kann tað snúgva seg um at binda frið úti í náttúruni, og í øðrum førum um at fara til eitt tiltak saman við vinfólki, at spæla eitt borðspæl saman við familjuni ella gleða onnur uppá ymiskar mátar.

Afturboðanir frá avvarðandi at fólki við sálarligum avbjóðingum og frá fólki við góðari sálarheilsu hava verið, at álmanakkarnir eru eitt gott amboð til at gerast meira virkin og fáa íblástur til virksemi, ið skapar innihald og gleði í gerandisdegnum. 

Álmanakkarnir

Við átakinum eggjar Heilsustýrið sostatt einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at styrkja um trivnaðin og sálarligu heilsuna við at gera ymiskt virksemi í felag, t.d. í fríkorterinum, kaffisteðginum ella heima við hús.

Álmanakkarnir eru tøkir á heimasíðuni her. Til ber eisini at fáa SoMe-uppsløgini til kunningarskíggjar á eitt nú skúlum og arbeiðsplássum við at venda sær til Heilsustýrið.

Góðan virknan oktober!

Heilsustýrið

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  4. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  5. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  6. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  7. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  8. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  9. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  11. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  12. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  13. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  14. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  15. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  16. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  17. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  18. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  19. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  20. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið