logo
Útgivið 15. juli 2024

Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið


Heilsustýrið søkir eftir einum ágrýtnum og royndum KT-fólki, sum skal vera við til at tryggja og menna telduskipanir, servarar og dátugrunnar á stovninum. Starvið fevnir um dagligan rakstur, viðlíkahald og umsiting av KT-undirstøðukervinum.

Stovnurin

Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Heilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin umsitur eisini heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið í Føroyum.

Heilsustýrið umsitur og viðlíkaheldur fleiri týðandi fakskipanir, sum krevja neyva umsiting og viðlíkahald. Stovnurin hevur umfatandi dátugoymslur, sum krevja høga trygd og ábyrgdarfulla handfaring. Hetta inniber umsiting av dátuskráum og samskipan av heilsudátum í Føroyum við serligum denti á trygd.

Uppgávur

  • Dagligur rakstur og viðlíkahald av servarum og skipanum.
  • Uppseting og dagføring av telduskipanum og forritum.
  • Umsiting av trygdaravritan og endurskapan av dátum.
  • Útgreining og loysn av tøkniligum trupulleikum í samstarvi við ymiskar deildir.
  • Uppfylging og verkseting av nýggjum tøkniligum loysnum og verkætlanum.
  • Umsiting og viðlíkahald av fakskipanum innan heilsuøkið.

Førleikar

  • Útbúgving innan tøkni ella KT, so sum teldufrøði, KT-verkfrøði ella líknandi.
  • Royndir við servarastýring, netverkum og dátugrunnum.
  • Royndir at arbeiða við Python, Perl ella líknandi.
  • Góð evni at loysa tekniskar trupuleikar og at samskifta um teknisk evni.
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Má duga føroyskt og enskt væl í skrift og talu.

 

Um teg

Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er umráðandi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.

Tú hevur góðar førleikar at samskifta á føroyskum og enskum.

Umsókn

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Freistin at søkja er 31. juli 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.

Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo.

Fá meira at vita um Heilsustýrið á www.hst.fo

Onnur kunning

  1. Útgivið 20. nov. 2024
    Nýggjastu føroysku krabbameinstølini tøk á NORDCAN
  2. Útgivið 18. nov. 2024
    Fulltrúi til Heilsustýrið
  3. Útgivið 25. okt. 2024
    Í morgin sløkkja vit saman
  4. Útgivið 15. okt. 2024
    Koppseting móti influensu og COVID-19
  5. Útgivið 10. okt. 2024
    Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
  6. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  7. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  8. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  9. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  10. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  11. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  12. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  13. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  14. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  15. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  16. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  17. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  18. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  19. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  20. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið