Barnakoppsetingar
Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur, sum kunnu vera viðbrekin.
Í Føroyum hava vit eina koppsetingarætlan fyri børn, sum hevur til endamáls at verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum.
Nógvar av teimum sjúkunum, sum eru við í koppsetingarætlanini, eru ruddaðar út í Føroyum, millum annað tí so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá sjúkuni at breiða seg. Hesar sjúkurnar eru tó framvegis til aðra staðni í heiminum. Tí kunnu tær taka seg upp aftur, um vit ikki halda fram at koppseta. Heilsustýrið mælir tí til, at foreldur lata børnini fylgja koppsetingarætlanini.
Heilsustýrið arbeiðir við at menna eina skipan, sum sendir áminning út til foreldur, tá barnið eigur at verða koppsett sambært koppsetingarætlanini.
Prenta mynd av tíðarlinju fyri ymsu koppsetingarnar her
Les meira um barnakoppsetingarætlanina her