logo
Útgivið 16. september 2024

Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið


Heilsustýrið sóknast eftir fólkaheilsufrøðingi til setan skjótast gjørligt.

Heilsustýrið

Heilsustýrið umsitur løgtinslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Heilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Heilsustýrið umsitur m.a. tilbúgving í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Heilsustýrið umsitur somuleiðis fólkaheilsuøkið og ráðgevur Heilsumálaráðnum, stovnum og almenninginum um økið. Eisini er farsóttarøkið lagt til stovnin at umsita.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireika tilfar og gera tilmæli innan fólkaheilsu
  • Hagtals- og greiningararbeiði
  • Menna og skipa skráir
  • Gera heilsufrágreiðingar
  • Vegleiða leiðsluna í Heilsustýrinum um fólkaheilsuviðurskifti

Førleikar

  • Kandidatprógv í fólkaheilsufrøði
  • Hollan kunnleika til fólkaheilsukanningar
  • Góðar førleikar og royndir við hagtalsarbeiði, hagtalsgreining og at brúka hagtalsforrit
  • Royndir við kvalitativum/kvantitativum kanningum og greiningum
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni
  • Ábyrgdarfull/ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Arbeiðsroyndir innan økið eru ein fyrimunur
  • Royndir við undirvísing

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleika fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar – og setanartreytir

Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður 2, 2. hædd í Havn

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Tann, sum verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum, og at arbeiðsøkið eisini fer at fevna um aðrar uppgávur.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tel. 233070.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til hst@hst.fo.

Umsóknarfreistin er 30. sept. 2024.

Fá meiri at vita á www.hst.fo

Onnur kunning

  1. Útgivið 15. okt. 2024
    Koppseting móti influensu og COVID-19
  2. Útgivið 10. okt. 2024
    Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
  3. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  4. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  5. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  6. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  7. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  8. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  9. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  10. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  12. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  13. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  14. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  15. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  16. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  17. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  18. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  19. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  20. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð