logo
Útgivið 16. august 2024

Halda neyvt eyga við mpox-smittu


Heimsheilsustovnurin, WHO, lýsti fyrr í vikuni mpox, áður rópt apukoppar, sum eina alheims heilsukreppu. Tað hendir í kjalarvørrinum á, at smitta nú breiðir seg til lond uttan fyri Afrika, eitt nú til Svøríkis, har ein tilburður varð staðfestur í vikuni.

WHO heitir tí á heimsins lond um at vera á varðhaldi og herja eftirlitið við mpox-smittuni, umframt at samstarva við at deila dátur fyri at fáa eina fatan av smittuspjaðingini.

Mpox er ein virussjúka, ið er tætt skyld við pokur, sum vóru útruddaðar í 1980. Tvey sløg av mpox hava í mong ár verið í Afrika. Klade I, sum er hin álvarsligara smittan, er í Miðafrika, og klade II í Vesturafrika. Smittutølini fyri báðar sjúkurnar eru í løtuni vaksandi, og er tað serliga støðan við klade I í Lýðveldinum Kongo, sum vekir stúran.

Í Føroyum er eingin tilburður av mpox staðfestur, og í Danmark eru nakrir fáir tilburðir av klade II staðfestir higartil í ár.

Heilsustýrið umsitur heilsutilbúgvingina í Føroyum og heldur í løtuni neyvt eyga við smittustøðuni, bæði í Føroyum og uttanlands. Heilsustýrið samstarvar tætt við eitt nú danska Serumstovnin, og tey meta, í samsvari við nýggjastu váðametingarnar hjá altjóða felagsskapum, at vandin fyri smittu við mpox framvegis er ógvuliga lítil í Danmark.

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  7. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  8. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  9. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  10. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  11. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  12. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  13. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  14. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  15. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  16. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  17. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  18. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  19. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  20. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv