logo
Útgivið 18. juni 2024

Starvslesandi til Heilsustýrið


Heilsustýrið bjóðar nú lesandi at verða starvslesandi á stovninum í upp til eina lestrarhálvu.

Arbeiðsøki
Arbeiðsøkini í Heilsustýrinum eru skipað í fýra eindir: Fólkaheilsa, heilsudátur, fyrisiting og tilbúgving. Tú kanst tilskila í umsóknini, um tú kundi hugsað tær at arbeitt innan ávíst øki, við einum ítøkiligum evni, t.d. í sambandi við eina lestraruppgávu, ella um tú vilt arbeiða breiðari á ymsum arbeiðsøkjum á stovninum.

Arbeiðsuppgávur og førleikakrøv
Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar. Sum starvslesandi verður tú partur av dagligu arbeiðsgongdini á stovninum og fært innlit í tey mál, ið stovnurin umsitur. Miðað verður eftir, at tú kanst vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur hjá Fólkaheilsustýrinum.

Væntað verður, at tú sum starvslesandi hevur áhuga fyri arbeiðsøkjunum á stovninum, hevur góð samstarvsevni, ert miðvís/ur, kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Harumframt verður væntað at tú ert stinn/ur í føroyskum máli.

Umsøkjarar
Fyri at gerast starvslesandi skalt tú at vera lesandi við hægri lærustovn, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Um tín útbúgvingarstovnur loyvir tí, kann starvslesturin verða partur av tíni útbúgving. Kanna tí fyrst, hvørjar reglur eru galdandi fyri starvsvenjing á tínum útbúgvingarstovni.

Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi innan eitt av hesum økjunum: samfelagsvísindi, fyrisiting, løgfrøði, heilsuvísindi, lívfrøði, samskifti ella KT.

Starvið sum starvslesandi er ólønt og er skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvsfólk á stovninum, eitt nú viðvíkjandi trúnaðarreglum, dátutrygd o.s.fr.

Umsókn
Fyll út umsóknarblaðið og send Heilsustýrinum tað á hst@hst.fo, viðmerk “Starvslesandi”. Ein setanarbólkur tekur støðu til, nær stovnurin tekur starvslesandi inn, alt eftir hvørjar uppgávur eru í tíðarskeiðnum. Sostatt er ikki vist, at starvslesandi verða tikin inn hvørja lestrarhálvu. Setanarbólkurin viðger eisini innkomnar umsóknir og tekur støðu til, hvør verður sett/ur.

Umsóknarfreist til seinnu hálvu av 2024 er 8. juli 2024. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.

Umsóknirnar verða viðgjørdar beint sum umsóknarfreistin er farin, og umsøkjarar fáa svar, so skjótt avgerð er tikin.

Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella bjarni@hst.fo ella til Guðrið Andorsdóttir, varastjóra, á tel. 591020 ella gudrid @hst.fo.

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  7. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  8. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  9. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  10. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  11. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  12. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  13. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  14. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  15. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  16. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  17. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  18. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  19. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  20. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv