logo
Útgivið 16. august 2024

Koronufráboðanir


Heilsustýrið hevur í tríggjar vikur heitt á fólk um at senda fráboðan, um tey hava staðfest koronu við eini positivari heimatest. Hóast tølini skulu takast við stórum fyrivarni, so eru ábendingar um, at smittustøðan ikki er versnað.

Fráboðanirnar, sum Heilsustýrið regluliga fær frá sjúkrahúsverkinum, vísa, at talið á innløgdum við koronusmittu hevur staðið í stað farnu fýra vikurnar. Samstundis eru fráboðanirnar um positivar heimatestir, sum Heilsustýrið hevur móttikið, eisini fallandi. Tað kann tó ikki í sjálvum sær brúkast sum grundarlag, tí eingin vissa er fyri, at fólk boða frá.

Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, er kortini fegin um, at fólk hava tikið undir við átakinum, og vil nýta høvið at takka fólki fyri, at tey hava ómakað sær at senda fráboðanir inn. Tí sjálvt um fráboðanirnar ikki geva eina greiða mynd av smittustøðuni, so geva tær nakrar ábendingar um støðuna.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  12. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  13. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  14. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  15. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  16. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  17. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  18. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  19. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  20. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið