Fulltrúi til Heilsustýrið
Lýst verður eftir fulltrúa til Heilsustýrið.
Stovnurin
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.
Heilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin umsitur eisini heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið í Føroyum.
Fyri at skipa hetta arbeiðið, hava vit tørv á einum fulltrúa til at byggja upp eitt grundarlag fyri at útinna uppgávurnar hjá stovninum.
Uppgávur
- Menna undirstøðukervið til persónlagað medisin
- Greining sambært altjóða leisti innan hagtalsviðgerð
- Skipa og menna hagtøl á heilsuøkinum
- Fyrireika, skipa og menna skráir hjá stovninum
- Við støði í kanningar- og granskingarúrslitum vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri átøkum hjá stovninum
- Gera heilsufrágreiðingar
- Menna eitt undirstøðukervi til heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið
Førleikar
- Masterútbúgving í medisinskari lívfrøði ella samsvarandi
- Royndir við at fremja royndarstovukanningar
- Fyrimunur um tú kennir til sekvensering
- Royndir við at greina genetiskar og biokemiskar dátur
- Royndir við statistiskum arbeiði, so sum R, Python ella líknandi
- Royndir við biostatistikki av sekvensdátum
- Royndir við skráseting av heilsudátum
- At arbeiða granskingargrundað og greina granskingarúrslit
- At gera heilsufrøðiligar frágreiðingar
- Góðar førleikar at samskifta kanningarúrslit til einstaklingin
Um teg
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.
Tú hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Viðkomandi teldukunnleiki til vanligu forritini er neyðugur.
Umsókn
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Freistin at søkja er 3. desember 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo ella til Heilsustýrið, Eirargarður 2, 2. hædd, 100 Tórshavn
Fá meiri at vita um Heilsustýrið á www.hst.fo