logo
Útgivið 28. august 2024

Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september


Tá talan er um fólkaheilsu og matumhvørvi, er umráðandi, at brúkarin fær bestu karmarnar, og neyðugt er, at partarnir, sum bygnaðarliga varða av føroysku fólkaheilsuni, lyfta í felag. Hesi viðurskifti verða viðgjørd á ráðstevnu hjá Heilsustýrinum og Setrinum um fólkaheilsu og matumhvørvi, ið vit sum brúkarar ferðast í.

Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevnan verður leygardagin 14. september kl. 10.00-12.30 í Kongshøll. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, leiðslur, aðalráð og stovnar. Málbólkurin er eisini matvøruhandlar, heilsølur og onnur, ið beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á, hvørjar matvørur føroyski brúkarin hevur atgongd til. Ráðstevnan er eisini viðkomandi fyri lesandi og onnur áhugað, ið vilja hava meira vitan um ella arbeiða fyri betri fólkaheilsu í Føroyum.

SKRÁ

  • Vælkomin. Umboð fyri Heilsustýrið bjóðar vælkomin
  • Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, setir ráðstevnuna.
  • Hvør, hvat og hvar eta vit hvat? Vár Honnudóttir, Heilsustýrið. Almannakunngerð av føroysku kostvanunum úr stóru fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað? frá 2023.
  • Føroysk innflutningsmynstur. Heri Joensen, Hagstova Føroya & Snorri Patursson, Heilsustýrið. Innlit í føroysk innflutningsmynstur og vinnutøl frá heilsølum, ið lýsa nýtslu av útvaldum vørubólkum.
  • Nordic Diets Network – samstarvið. Iben Humble Kristensen, Fødevarestyrelsen og verkætlanarleiðari í Nordic Diets Network. Styrkin við norðurlendskum samstarvi og vitanarútbýti, og hvussu vit í felag kunnu lyfta, hóast treytirnar kunnu vera ymiskar.
  • Steðgur & netverkan
  • Politisk amboð fyri burðardyggar og heilsugóðar kostvanar. Leneisja Jungsberg, Nordregio. Politisk amboð og norðurlendskar loysnir, ið hava til endamáls at ávirka brúkaraatferðina og fremja eitt burðardygt og heilsugott kostmynstur.
  • Kjak. Hvat krevst, fyri at fáa eitt heilsubetri matumhvørvi í Føroyum? Breitt umboðandi panel og orðaskifti um matumhvørvið í Føroyum. Orðstýrari leiðir kjakið.

Melda teg til ókeypis her

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  7. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  8. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  9. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  10. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  11. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  12. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  13. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  14. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  15. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  16. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  17. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  18. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  19. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  20. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv