logo
Útgivið 22. mai 2024

Leiðreglur fyri reingerð


Góðir vanar við reingerð og reinføri eru umráðandi fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing og á henda hátt at fyribyrgja sjúku, sum stendst av bakterium, virusi osfr. Niðanfyri eru almennar leiðreglur fyri reingerð á stovnum. Leiðreglurnar eru at fata sum eitt minstakrav fyri reingerð á stovnum.  

Stovnar fyri børn

  • Daglig reingerð av vesum og eftir tørvi eisini puslipláss.
  • Daglig reingerð av gólvi, borðum og kontaktflatum (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.).
  • Leikur skulu vaskast dagliga og eftir tørvi. 

Skúlar

  • Daglig reingerð og eftir tørvi vesi, borð og kontaktflatur (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.). Eisini knappaborð, mús o.l. á tekniskari útgerð. 

Eldraøkið

  • Daglig reingerð av felagsøkjum, møguliga fleiri ferðir dagliga alt eftir, hvussu nógv tað verður nýtt.
  • Reingerð tvær ferðir dagliga og eftir tørvi á felags vesum og kontaktflatum (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.), treytað av hvussu nógv tað verður nýtt.
  • Viðgerðarhøli og venjingarhøli skulu reingerast eftir brúk, somuleiðis útgerðin, sum verður nýtt.
  • Íbúðir hjá borgarunum á røktarheimum, sum ikki verður nýtt av starvsfólki og øðrum borgarum, eru persónlig ogn og tí ikki raðfest. Her skal tó gerast reint eftir tørvi, og borgarin má fáa vegleiðing í góðum handreinføri og reinføri sum heild.
  • Er útbrot av smittandi sjúku staðfest t.d. á einum røktarheimi orsakað av vantandi reingerð, skulu nýggjar leiðreglur gerast. Í tílíkum føri kunnu Heilsustýrið/landslæknin og smittuverjufrøðingur hjálpa.
  • Eru tilburðir av mótstøðuførum bakterium staðfestir, skulu nýggjar leiðreglur gerast. Í tílíkum føri kunnu Heilsustýrið/landslæknin og smittuverjufrøðingur hjálpa.

Burturkast

  • Má ikki samlast innandura (vandi fyri flugum og skaðadjórum).
  • Má ikki liggja soleiðis fyri uttandura, at børn sleppa til.

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  7. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  8. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  9. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  10. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  11. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  12. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  13. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  14. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  15. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  16. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  17. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  18. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  19. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  20. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv