logo
Útgivið 14. mai 2024

ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu


ES-kommisjónin hevur savnað 29 dømi í einum yvirliti um átøk, ið verða mett at vera tey bestu og við mest lovandi útlitum til at fara til verka innan  sálarliga heilsu. ABC fyri sálarliga heilsu er nú komið á yvirlitið, og tað má sigast at vera ein stór viðurkenning. Í døminum hjá ES-kommisjónini verður víst til arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu í Danmark, og hvussu samstarvsfelagin, DGI, hevur funnið ein máta at seta ABC í verk innan ítrótt.

ABC fyri sálarliga heilsu hevur virkað í Føroyum í 7 ár.

Hósdagin skipar ES-kommisjónin fyri einum webinari við evninum “Increasing mental health understanding, awareness, and acceptance together”. Endamálið er at vísa á, at vit eru betri í felag og vísa á tilgongdir og verkætlanir, ið stimbra fatan, tilvitsku og góðkenning av sálarligari heilsu. Dentur verður millum annað lagdur á, hvussu sálarlig heilsa eisini kann tilskrivast sterkum samstørvum við umsorganar-, ítróttar- og tøkniliga geiran. Umboð fyri ABC í Danmark fara at leggja fram á webinarinum undir evninum “hugkveikjandi verkætlanir” . Nærri kunning um webinarið sæst her: https://europa.eu/!TCkxpV

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  7. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  8. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  9. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  10. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  11. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  12. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  13. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  14. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  15. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  16. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  17. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  18. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  19. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC
  20. Útgivið 22. apr. 2024
    Tíðindaskriv: Vit viga ov nógv