logo
Útgivið 30. apríl 2024

Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC


Vestmanna kommuna hevur tikið stig til at gerast ABC samstarvsfelagi og er tíggjunda kommunan, ið er við. Sostatt telist nú meira enn triðja hvør kommuna millum samstarvsfelagarnar í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsustýrinum.

Síðan summarið 2017 hevur ABC fyri sálarliga heilsu arbeitt við einum hópi av kommunum, feløgum og stovnum, ið hava verið partur av einum sokallaðum ABC samstarvi. Í fyrstuni varð strembað eftir at útvega nýggjar samstarvsfelagar, men seinastu árini hava kommunur, feløg og stovnar sjálvi vent sær til Fólkaheilsustýrið fyri at gerast samstarvsfelagi. Fólkaheilsustýrið fegnast um hesa gongdina, tí tað vísir á eina motivatión fyri at skapa sálarliga heilsufremjandi karmar í nærumhvørvinum í Føroyum.

Vit fegnast um at kunngera, at Vestmanna kommuna er nýggjasta kommuna í ABC samstarvinum. Vestmanna kommuna sigur soleiðis um avgerðina:

“Vestmanna kommuna hevur gjørt av at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu fyri at geva vestmenningum enn betri karmar og íblástur at savnast til tiltøk, har fólk kunnu hugsavna seg og vera virkin saman. Tað, at fólk trívast og føla seg sum part av einum góðum felagsskapi, hevur alstóran týdning fyri einstaka menniskjað, ungt sum eldri.”

Kommunan skipar fyri fleiri tiltøkum árliga, sum kunnu knýtast at ABC fyri sálarliga heilsu:

“Eitt nú Válan, Vestmannadøgum við felags morgunmati, verkstovum á Staðnum og øðrum tiltøkum fyri fólk í øllum aldri. Umframt hetta letur Vestmanna kommuna eisini karmar til ymiskar felagsskapir, so sum Dagtilhaldið, Undirhúsið, Bátafelagið, VÍF, TableTop Føroyar v.fl.” Sum ABC samstarvsfelagi ætlar Vestmanna kommuna m.a. at styrkja átøk sum hesi við at leggja dent á boðskapin um at vera virkin, saman og hugbundin.

Vestmanna kommuna fegnast um at verða partur av ABC samstarvinum og fer framyvir miðvíst at arbeiða við týdninginum av góðari sálarheilsu. Ungdómsleiðarin og mentanar- og ferðavinnumennarin verða ABC samskiparar í kommununi.

30 samstarvsfelagar í ABC

Við Vestmanna kommunu eru nú tilsamans 30 feløg, stovnar og kommunur, ið eru partur av ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum. ABC samstarvsfelagarnir eru: Eiðis kommuna, Hvalbiar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sands kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna, Vágs kommuna, Vestmanna kommuna, Kommunufelagið, Ítróttarsamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Psykiatriski depilin, Gigni, SSP, Almannaverkið, Fróðskaparsetur Føroya, Javni, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Sinnisbati Ung, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelagið, Psykoterapeutfelag Føroya, Brúgvin, Húsarhaldsskúli Føroya, Hagafelagið og Frælsi. Hesir samstarvsfelagar hava stóran týdning fyri at styrkja sálarligu heilsuna í Føroyum.

Boðskapurin í ABC

ABC fyri sálarliga heilsu er ein granskingargrundað sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið umframt at skapa sálarliga heilsufremjandi umhvørvi kring landið, eisini roynir at fáa einstaklingin at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. ABC fyri sálarliga heilsu hevur tríggjar einfaldar, ítøkiligar og jaligar boðskapir, sum eru fyri øll - børn, ung, vaksin og eldri - og sum kunnu styrkja sálarligu heilsuna:

VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: gakk ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, les eina bók ella ver djúphugsin og njót náttúruna.

VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av. Ver saman snýr seg um kensluna av at hoyra til.

VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga, sum gevur meining fyri teg. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp onkrum við onkrum.

Onnur kunning

  1. Útgivið 20. nov. 2024
    Nýggjastu føroysku krabbameinstølini tøk á NORDCAN
  2. Útgivið 18. nov. 2024
    Fulltrúi til Heilsustýrið
  3. Útgivið 25. okt. 2024
    Í morgin sløkkja vit saman
  4. Útgivið 15. okt. 2024
    Koppseting móti influensu og COVID-19
  5. Útgivið 10. okt. 2024
    Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
  6. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  7. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  8. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  9. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  10. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  11. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  12. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  13. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  14. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  15. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  16. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  17. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  18. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  19. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  20. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið