logo
Útgivið 17. apríl 2024

Gransking krevur samtykki


Í Føroyum eru vit tryggjað, at blóðroyndir, vit lata heilsuverkinum ella í sambandi við luttøku í gransking, ikki verða brúktar til annað enn tað, sum vit hava givið loyvi til.

Í vikuni kom fram í donskum miðlum, at blóðroyndir hjá borgarum í Danmark hava verið brúktar til eitt nú gransking, uttan at borgarin er varugur við hetta. Í Danmark hava tey eina skipan, har borgarin skal strika seg úr sonevnda Vævsanvendelsesregistret, um hann vil hava, at blóðroyndir, sum eru latnar heilsuverkinum, ikki skulu brúkast til gransking.

Í Føroyum er samtykkið tryggjað í lóg, og mannagongdin er, at fólk altíð skulu lata samtykki, um blóðroyndir ella annar vevnaður skulu brúkast til gransking. Tað merkir, at um tú letur eina blóðroynd í sambandi við kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, so kann blóðroyndin bert brúkast til gransking, um tú hevur játtað.

Letur tú eina blóðroynd í sambandi við luttøku í gransking, kann hon bert verða brúkt til tað ítøkiliga endamálið, sum tú hevur fingið upplýst, tá tú játtaði at luttaka. Skal blóðroyndin brúkast til annað, krevst nýtt samtykki frá tær, og kravið er, at tú fært upplýst nágreiniliga, hvat tín roynd verður brúkt til. Hetta verður rópt kunnað samtykki.

Kunnað samtykki í sambandi við luttøku í heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum er ásett í kap. 3 í lóg um vísindasiðsemisnevnd.

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  7. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  8. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  9. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  10. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  11. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  12. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  13. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  14. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  15. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  16. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  17. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  18. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  19. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  20. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC