logo
Útgivið 19. mars 2024

Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið


Starv sum løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið er leyst at søkja við starvssetan eftir nærri avtalu.

Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið umsitur Løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis farsóttarøkið við støði í farsóttarlógini og kunngerðum við heimild í farsóttarlógini.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrisiting innan tey málsøki, sum Fólkaheilsustýrið varðar av.
  • Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu
  • Fyrireiking av málum til støðutakan eftir galdandi lóggávu
  • At veita leiðslu og starvsfólkum í Fólkaheilsystýrinum ráðgeving og vegleiðing
  • Fyriskipa hoyringar – og viðgera hoyringssvar í sambandi við broytingar á farsóttarøkinum.
  • Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við farsóttarlógina.
  • Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur

Førleikakrøv

  • Løgfrøðiligt kandidatprógv – cand.jur.
  • Góð samstarvsevni, ert ábyrgdarfull/-ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
  • Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta nógv við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
  • Áhugi fyri fakøkjunum, sum Fólkaheilsustýrið fevnir um
  • Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur

Vit bjóða

  • Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður2, 2. hædd í Tórshavn.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast til

Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100-Tórshavn

ella við telduposti til: 
hst@hst.fo

Umsóknir við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. apríl 2024. Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella bjarni@hst.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Onnur kunning

  1. Útgivið 15. okt. 2024
    Koppseting móti influensu og COVID-19
  2. Útgivið 10. okt. 2024
    Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
  3. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  4. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  5. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  6. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  7. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  8. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  9. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  10. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  11. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  12. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  13. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  14. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  15. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  16. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  17. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  18. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  19. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  20. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini