logo
Útgivið 01. mars 2024

ABC samstarvsfundur og nýggjur samstarvsfelagi


Mikudagin var ABC fundur fyri fyrstu ferð í ár og nógv umboð fyri ABC kommunur, stovnar og feløg vóru savnað.

Á degnum varð avdúkað, at ein nýggjur samstarvsfelagi er lagdur afturat samstarvinum – nevniliga Fróðskaparsetur Føroya. Vit fegnast sostatt um at hava fingið eitt ABC universitet í Føroyum.

Nógv ymiskt var á skránni. Eitt nú løgdu umboð fyri Vágs kommunu og Klaksvíkar kommunu fram. Vágs kommuna hevur fýra ár á rað skipað fyri ABC átakinum “Virkin Vágur”. Magnus Pauli West greiddi frá teirra royndum gjøgnum hesi árini. Skipað hevur verið fyri heili 353 tiltøkum í sambandi við Virkin Vágur og víst varð á, at felagsskapir síggja fyrimunir við at vera partur av átakinum, og at eitt gott huglag merkist í bygdini tann mánaðin, tá tiltakið er.

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt sær ymiskar royndir við ABC fyri sálarliga heilsu gjøgnum árini, og nú er eydnast at fáa kjølfest ABC fyri sálarliga heilsu í kommunala arbeiðið. Afturvendandi ABC átøk í Klaksvíkar kommunu eru eitt nú Virkið Vár og Virkið Heyst, ið hava verið skipað í góðum samstarvi við ABC samstarvsfelagar og við feløg og fyritøkur í nærumhvørvinum.

Hvørt ár eftirmeta samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu sítt arbeiði við ABC fyri sálarliga heilsu, og ein samandráttur av hesum úrslitum var eisini lagdur fram á fundinum. Úrslitini vísa m.a., at ABC fyri sálarliga heilsu í fleiri førum hevur skapt samstørv millum kommunur, feløg og stovnar, ið neyvan høvdu komið í lag uttan ABC samstarvið. Eftirmetingin vísir eisini, at í smærru kommununum hevur bygdarfólkið víst arbeiðinum við ABC fyri sálarliga heilsu stóran áhuga og tekur ein virknan lut í arbeiðinum við at seta sálarliga heilsufremjandi átøk í verk.   

Onnur kunning

  1. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  2. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  3. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  4. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  5. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  6. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  7. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  8. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  9. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  10. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  11. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  12. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  13. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  14. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  15. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  16. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung
  17. Útgivið 31. mai 2024
    Tíðindaskriv: Fólkaheilsustýrið skift navn til Heilsustýrið
  18. Útgivið 22. mai 2024
    Leiðreglur fyri reingerð
  19. Útgivið 14. mai 2024
    ES-kommisjónin viðurkennir ABC fyri sálarliga heilsu
  20. Útgivið 30. apr. 2024
    Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC