logo
Útgivið 01. februar 2024

PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya


Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum verða hælblóðroyndir frá børnum, sum eru fødd í Føroyum síðani 1986, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut (SSI) í Danmark til Fólkaheilsustýrið í Føroyum.

Hælblóðroyndirnar hjá føroyskum nýføðingum verða tó framhaldandi sendar til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum børnum, sum verða fødd í danska ríkinum. Blóðroyndirnar verða tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verða tær sendar til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum. Blóðroyndirnar verða partur av teim skráum, sum Fólkaheilsustýrið umsitur, og kunnu brúkast til gransking.

Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningunum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga. Til ber at lesa meira um kanningarnar her

Viðkomandi fyri teg

Um tú ella tíni børn eru fødd í tíðarskeiðnum frá 1986 til í dag, og ein hælblóðroynd er tikin av tær/tykkum, so er blóðroyndin í dag í varðveitslu hjá Statens Serum Institut og verður í næstum latin Fólkaheilsustýrinum í Føroyum. Hetta ger seg sjálvsagt ikki galdandi, um tú hevur biðið um, at blóðroyndin varð burturbeind. Avhendingin av hælblóðroyndunum byrjar í fyrru hálvu av februar 2024 og heldur fram yvir eitt tíðarskeið.

Tú kanst lesa meira um, hvønn týdning avhendingin av hælblóðroyndunum hevur fyri teg og tíni børn í fráboðanini, sum Statens Serum Institut hevur sent teimum borgarum, tey hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við. Fráboðanin sæst eisini her

Fólkaheilsustýrið deilir hesa fráboðan vegna Statens Serum Institut, av tí at tey ikki hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við allar borgarar, sum eru fevndir av hesum.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung