logo
Útgivið 23. januar 2024

Kanningartilboð av nýføðingum víðkað til 25 sjúkur


Frá 15. januar í ár verða allir nýføðingar í Føroyum, sum fáa blóðroynd tikna úr hælinum – sonevndu PKU-royndina, nú kannaðir fyri seks sjúkur afturat. Tað merkir, at nýføðingar nú verða kannaðir fyri tilsamans 25 álvarsligar, viðføddar sjúkur. Tað er Statens Serum Institut, sum stendur fyri kanningunum.

Kanningarnar av hælblóðroyndum hjá nýføðingum hava við sær, at til ber at finna og viðgera sjáldsamar sjúkur, áðrenn tær elva til óbótaligan skaða á heila og gøgn, ella hava við sær álvarsamt sálarligt ella kropsligt brek. Uppískoytini í kanningarætlanina hava eitt nú við sær, at børn nú verða kannað fyri galaktosemi, sum er ein sjáldsom stoffskiftissjúka, sum ger, at kroppurin ikki megnar at niðurbróta mjólkarsukur. Børn, sum verða fødd við galaktosemi, gerast ógvuliga sjúk longu fyrstu vikurnar eftir føðing. Verður sjúkan ikki viðgjørd, doyggja flestu børnini av livra- og nýraviknan.

Sjáldsamar sjúkur

Tær seks sjúkurnar, sum eru lagdar afturat kanningarætlanini, eru ógvuliga sjáldsamar. Ætlanin fevnir tó eisini um sjúkur, sum eru lutfalsliga vanligar í Føroyum, eitt nú CTD og cystiska fibrosu. Tað serstaka við øllum sjúkunum í kanningarætlanini er, at tað er trupult at varnast nøkur sjúkutekin, áðrenn óbótaligur skaði longu er hendur. Verður sjúkan staðfest tíðliga, kann meginparturin av børnunum fáa viðgerð og sostatt mennast normalt. Kanningætlanin hevur við sær, at um 70 børn í danska ríkinum árliga verða sett í lívneyðuga viðgerð. Donsku heilsumyndugleikarnir hava eftir tilmæli frá Dansk pædriatrisk screeningsudvalg gjørt av at leggja hesar seks sjúkurnar afturat kanningarætlanini, sum altso eisini fevnir um føroysk børn.

Kanningar av nýføðingum

Síðan 1982 hava foreldur at øllum nýføddum børnum í danska kongaríkinum fingið tilboð um, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum fyri at kanna, um barnið hevur ávísar álvarssamar sjúkur. Kanningarnar verða gjørdar út frá nøkrum blóðsdropum úr hælunum á nýføðingunum, og royndin skal takast 48-72 tímar eftir føðing. Blóðroyndin verður goymd og skrásett á einum PKU-korti, sum verður goymt í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Tær seks sjúkurnar, sum nú eru lagdar afturat kanningunum, eru:

  • Galaktosemi
  • Karnitin/acylkarnitin translocase mangul (CACT)
  • Karnitin-palmitoyltransferase 1a mangul (CPT-1)
  • Karnitin-palmitoyltransferase 2 mangul (CPT-2)
  • Klassisk homocystinuri - cystationin-beta-syntetase defekt (CBS-HCU)
  • Mukopolysakkaridose typa 1

Til ber at lesa um allar tær 25 sjúkurnar, sum eru við í kanningarætlanini her.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung