logo
Útgivið 24. november 2023

Átøk í ABC vikuni skapt nýggjar felagsskapir


Í gjár savnaði Fólkaheilsustýrið samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu til felags fund fyri seinasti ferð í ár. Hesaferð legði Tórshavnar kommuna høli til fundin í Perluni.

Høvuðsevnið á degnum var at umrøða ABC vikuna, ið var í oktober og sum hevði eina skrá, ið fevndi um heili 50 ABC tiltøk. ABC samstarvsfelagar stóðu fyri tiltøkunum, og fleiri av teimum hava havt góð úrslit við sær, ið hava skapt nýggjar felagsskapir millum borgarar.

Leggja lunnar undir áhaldandi virksemi

Tey 50 tiltøkini, ið vóru í ABC skránni til ABC vikuna vóru fyri børn, ung, vaksin og eldri og vóru um alt landið. Á samstarvsfundinum løgdu Maud Egholm úr Hvalbiar kommunu og Anja Hammer og Morid Meitilberg úr Gigni fram um, hvussu teirra átøk høvdu eydnast.

Hvalbiar kommuna hevur verið partur av ABC fyri sálarliga heilsu í trý ár, og gjøgnum ABC vikuna merktu tey, at bygdarfólkið hevur tikið átakið til sín. Hvalbiar kommuna skipaði fyri tiltøkum hvønn dag í eina viku. Borgararnir hava glett seg til tiltøkini, og kommunan hevur fingið nógvar jaligar afturboðanir. Kommunan skipaði millum annað fyri “bindiklubba treff” og “harratreff” fyri allar aldursbólkar í kommununi, og hesi vóru somikið væleydnað, at bindiklubbatreff verður afturvendandi hvønn mánað, og tað sama verður møguliga eisini galdandi fyri harratreff.

Gigni legði dent á pápar og smábørn í ABC vikuni við átakinum “Babbasa spælistova”, ið var ein spælistova fyri pápar við børnum undir skúlaaldur. Spælistovurnar vóru fimm støð kring landið, og millum 15 og 50 pápar møttu saman við børnum á hvørjum staði. Her vóru afturboðanirnar eisini góðar, og nakrir pápar gjørdu vart við, at teir høvdu saknað slík tilboð. Átakið hevur havt við sær, at fleiri nýggir felagsskapir eru stovnaðir á sosialum miðlum millum pápar, ið luttóku. Babbasa spælistova hevur verið afturvendandi summastaðni, og strembað verður eftir, at hetta verður møguligt fleiri av hinum støðunum eisini.

Happing millum fólkaskúlanæmingar vísir skeiva gongd

ABC samstarvsfundirnir innihalda javnan faklig upplegg, og hesaferð vóru tað Annika Helgadóttir Davidsen og Layfey H. Blaasvær, ið løgdu fram úrslit úr trivnaðarkanningini 2023 í føroyska fólkaskúlanum. Hóast gongdin við happing hevur verið minkandi frá 2007-2019, so vísir kanningin í ár, at støðan er nógv versnað síðan 2019, tá 11% søgdu seg vera blivin happað í skúlanum. Í ár siga 17%  seg vera fyri happing,  og mátin, happing fer fram upp á, broytist og er eisini á fleiri pallum, t.d. sosialum miðlum. Slík úrslit eru sera viðkomandi fyri flestu ABC samstarvsfelagar, sum á ymiskan hátt vilja fremja sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum kring landið.

Kom við í ABC samstarvið

Um tín kommuna, felag ella stovnur hevur hug til at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu, so ber til at hoyra nærri við at venda sær til Fólkaheilsustýrið við telduposti til: Monika@fhst.fo.

Mynd: Fólkaheilsustýrið. Luttakarar á myndini umboða Eiðis kommunu, Javna, Almannaverkið, SSP, Gigni, Vága kommunu, Tórshavnar kommunu, Psykiatriska depilin, Sunda kommunu, Psykoterapeut Felag Føroya, Fysioterapeutfelagið og Fólkaheilsustýrið. Umboð fyri Bláa Kross, Húsarhaldsskúla Føroya, Reyða Kross, Hvalbiar Kommunu og Tvøroyrar kommunu luttóku eisini, men vanta á myndini.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung