logo
Útgivið 17. november 2023

Tíðindaskriv: 5.104 ferðir takk


5104 av teimum 8.000 innbodnu hava svarað spurnablaðnum í stóru fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?”. Fólkaheilsustýrið, sum stendur fyri kanningini, fegnast og takkar øllum luttakarunum hjartaliga fyri íkastið, teir hava latið. 

-Vit eru ovfarin av góðu móttøkuni. Svarprosentið liggur á heili 63,8 %, sum er rættiliga høgt, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari. Í 2019 lá svarprosentið fyri somu kanning niðanfyri 50 %. Samanborið við samsvarandi kanningar í grannalondunum hevur føroyska kanningin eisini munandi betri undirtøku.

Breið umboðan

Fyri at fáa eina góða heildarmynd av heilsustøðuni í Føroyum, er týdningarmikið, at luttakararnir umboða føroyingar breitt. Hetta tykist vera eydnast væl í nýggju kanningini. Øll øki í landinum eru væl umboðað og samsvara væl við føroyska fólkið. Tendensurin við aldri og kyni líkist tí, sum vit vanliga síggja í slíkum kanningum, har kvinnurnar (53,4 %) eru eitt sindur raskari at svara enn menninir (46,6 %). Fólk millum 40 og 69 ár eru lutfalsliga væl umboðað, meðan aldurbólkarnir undir 39 ár og eldri enn 70 ár eru eitt sindur undirumboðaðir. Frávikini eru tó ikki so stór, at tey kunnu væntast at skeikla úrslitini munandi.

- Liviumstøður, tørvur o.a. eru ymisk, alt eftir aldri og hvørjum øki tú býrt í, og tað sæst ivaleyst aftur í svarunum hjá fólki. Umráðandi er, at allir bólkar í samfelagnum verða hoyrdir, eitt nú fyri at setast kann inn við møguligum heilsuátøkum alt eftir tørvi hjá ymsu bólkunum, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, og fegnast um, at kanningin hevur rakt so breitt.

Kanningarúrslit

Kanningin fevnir rættiliga víða, og spurt verður m.a. um viðurskifti sum heilsu, trivnað, sjúku, rørslu, kost, miðlanýtslu og ávís sosial viðurskifti. Farið verður nú undir at greina tølini nærri.

Miðað verður ímóti, at úrslitini frá kanningini verða løgd fram í eini frágreiðing tíðliga komandi ár, og verða tey tá tøk hjá almenninginum. Væntast kann tó, at ávís úrslit verða løgd fram gjøgnum veturin. Eitt nú eru tølini fyri royking og tubbaksnýtslu ógvuliga viðkomandi júst nú í sambandi við arbeiðið at gera nýggja roykilóggávu í Føroyum.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung