logo
Útgivið 14. november 2023

Hevur tú diabetes?


Í dag er altjóða diabetesdagur. Mett verður, at á heimsstigi hava meira enn hálv milliard fólk diabetes. Í Føroyum liggur talið um 3.300 – av hesum hava uml. 3.000 diabetes 2 og uml. 300 hava diabetes 1. Diabetes er ein av sjúkunum, sum FarGen granskar í. Málið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna málrættaða viðgerð, sonevnt persónlagað medisin.

Fyri at granskingarúrslitini skulu vera nøktandi, er umráðandi at fáa nógvar luttakarar við, sum hava sjúkuna. Tí sóknast vit eftir fleiri diabetessjúklingum til FarGen, og málið er at fáa í minsta lagi 350 luttakarar við staðfestum diabetes við í okkara kanningar. Higartil eru um 100 fólk við diabetes í FarGen.

Arbeitt verður við sonevndum case-control-kanningum, har ílegu- og heilsudátur hjá sjúkubólkinum verða samanbornar við dátur hjá einum bólki av frískum fólki, hetta fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávís mynstur í dátunum. Allar dátur eru navnloyndar, tvs. at granskarar vita ikki, hvør eigur dáturnar, teir arbeiða við.

Tú kanst tekna teg her.

Í sambandi við luttøkuna eigur tú eisini at lesa kunningartilfar og fylla út eitt spurnablað, sum eru tøk á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum og á heimasíðuni www.fargen.fo

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung