logo
Útgivið 05. oktober 2023

Koppsetingar 2023/2024


Nú kanst tú biðja tær tíð at verða koppsett/-ur fyri influensa og Covid-19.

Tilboðið um ókeypis koppseting er fyrst og fremst fyri at verja tey, sum hava øktan vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk. Tí verða kunngerðirnar um koppseting javnan eftirmettar og dagførdar.
Kunngerðirnar gera greitt, hvør kann fáa ókeypis koppseting. Men tey, sum ikki eru fevnd av tilboðnum, kunnu vanliga verða koppsett við at gjalda fyri hetta sjálvi.

Influensa og Covid-19
Tey, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri ávikavist influensa og Covid-19, eru nú í stóran mun somu bólkar. Millum teirra, sum fáa hesi tilboð, eru:

  • tey, sum eru 65 ár og eldri
  • fyritíðarpensjónistar
  • tey, sum eru í vanda fyri at gera álvarsliga sjúk, um tey verða smittað
  • tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju
  • húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
  • heilsu- og røktarstarvsfólk
  • barnakonur
  • børn millum 2 og 7 ár fáa tilboð um influensakoppseting

Hóast allar koppsetingar vanliga verða givnar hjá lækna, ber eisini til at fáa koppseting fyri Covid-19 á apotekinum.
Tá koppsett verður í læknaviðtaluni, ber nú eisini til at fá tíð at koppseta seg fyri influensa og Covid-19 um eina leið.
Til ber at biðja sær tíð til koppsetingar hjá kommunulæknanum. Listi við kommunulæknum er her.
Í flestu førum er lættast at biðja sær tíð til koppseting við at senda talgilda umbøn á heimasíðu hjá læknaviðtaluni ella á www.minlaekni.fo (Gev gætur, at ikki allar læknaviðtalur kunnu skráseta talgildar umbønir)
Til ber eisini at biðja sær tíð á apotekinum til koppseting fyri Covid-19 her.

Aðrar broytingar í kunngerðini
Millum broytingarnar í kunngerð eru eisini, at barnakonur nú fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri kikhosta frá 24. viku, sum er 4 vikur fyrr enn áður. Harumframt er broyting gjørd í aldursmarkinum fyri HPV-koppseting.

Nærri kunning um koppsetingar er at finna her

Kunngerðirnar um ókeypis koppseting kunnu lesast her:
https://logir.fo/Kunngerd/151-fra-29-10-2020-um-okeypis-koppseting-imoti-avisum-smittandi-sjukum
https://logir.fo/Kunngerd/106-fra-28-09-2023-um-okeypis-koppseting-imoti-COVID19

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung