logo
Útgivið 13. september 2023

ABC samstarvsfundur hesaferð hjá Eiðis kommunu


Mánadagin hittust samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu fyri triðju ferð í ár og hesaferð legði Eiðis kommuna karmar til samstarvsfundin.

Á skránni vóru bólkaarbeiði og framløgur, m.a. blivu nýggj úrslit úr eini føroyskari kvalitativari kanning løgd fram. Kanningin vísir, at føroysk ung meta, at ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkaðir møguleikar í einum lítlum samfelag kunnu hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Eisini vórðu úrslit úr nýggju donsku “Skolebørnsundersøgelsen” løgd fram, ið vísa, at tey flestu ungu í 5., 7., og 9. flokki hava tað gott, men at ein stórur og vaksandi minniluti er, ið hevur sálarligar heilsutrupulleikar og sum kennir seg einsamallan ella strongdan. Hetta er serliga galdandi fyri gentur í 9. flokki, og ein týðuligur sosialur ójavni er knýttur at úrslitunum.

Í ABC fyri sálarliga heilsu verður ofta varpað ljós á jaligu síðurnar av felagsskapum, men á samstarvsfundinum løgdu vit nýggj donsk granskingarúrslit fram, ið snúðu seg um felagsskapir í ungdómslívinum, bæði tá teir gera gott, og tá teir gera ilt. Úrslitini snúðu seg ikki um tey, ið eru uttan fyri felagsskapin, men breiðu sløgini av felagsskapum. Felagsskapir við onnur ung eru púra avgerandi fyri tað góða ungdómslívið. Felagsskapir kunnu geva ungum gleði, tryggleika og kensluna av at hoyra til. Tá felagsskapir eru góðir, fáa ung atgongd til uppbyggjandi menning, ið kann styrkja sosialan trivnað. Men idealið fyri at passa inn kann vera trongligt, og fyri summi er tað eitt stríð at passa inn. Fyri tey ungu kunnu felagsskapir hava við sær eina niðurbrótandi gongd, ið yvir longri tíð kann skapa sosialan mistrivnað, um eingin leggur uppí. Tað er umráðandi at skapa felagsskapir, so okkurt er fyri øll og at geva ungum atgongd til ymiskar felagsskapir á ymiskum pallum, tí ung eru ymisk og hava ymiskar tørvir.

Eisini greiddu umboð fyri Eiðis kommunu og Psykoterapeut Felag Føroya frá sínum virksemi og ætlanum við ABC fyri sálarliga heilsu. Dagurin endaði við eini framløgu um ABC á arbeiðsplássinum.

Samstarvsfelagarnir eru byrjaðir at gera ætlanir fyri ABC vikuna í ár, ið verður í viku 40. Skráin og meiri kunning um ABC vikuna kemur seinni.

Á fundinum hesaferð luttóku umboð fyri:

Eiðis kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Tvøroyrar kommunu, Sunda kommunu, Tórshavnar kommunu, Vága kommunu, Psykoterapeut Felag Føroya, Reyða Kross, Bláa Kross, Almannaverkið, Fysioterapeutfelag Føroya, SSP, Gigni, Psykiatriska depilin, Fótbóltssamband Føroya, Húsarhaldsskúla Føroya og Fólkaheilsustýrið.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung