logo
Útgivið 06. september 2023

Prime í Føroyum


Fyrr í vikuni var Heilsufrøðiliga starvsstovan úti við kunning um drykkin, Prime, sum er ógvuliga vælumtóktur millum børn í løtuni. Fólkaheilsustýrið tekur undir við tilmælunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og loyvir sær at endurgeva brot úr teirra kunningarskrivi:

Upprunaliga vóru tvey sløg av Prime:

  • Prime ENERGY - Orkudrykkur, ið hevur ov høgt innihald av koffeini sambært danskari lóggávu
  • Prime HYDRATION - Leskidrykkur, ið m.a. hevur tilsett A-vitamin, sum ikki er loyvt sambært danskari lóggávu

Nú er ein tillagað útgáva av Prime HYDRATION loyvd at selja í Danmark. Tillagaða útgávan lýkur donsku treytirnar fyri útílating av vitaminum og mineralum í matvørum. Her er t.d. onki A-vitamin latið útí, tí mett verður, at tú fært ríkiligt av A-vitamin við vanligum donskum kosti, m.a. frá gularótum og livurpostei. Um tú fært ov stórar mongdir av A-vitamin í longri tíð, kann tað skaða livrina.

Prime í Føroyum

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur seg til danskar reglur á hesum økinum, og sambært hesum reglum kann tillagaða útgávan av Prime HYDRATION verða seld í Føroyum.

  • Leskidrykkurin Prime HYDRATION er sostatt loyvdur at selja í tillagaðu útgávuni.
  • Orkudrykkurin Prime ENERGY hevur ov høgt innihald av koffeini (>32 milligram koffein per 100 ml), og er tí ikki loyvdur at selja.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir børnum frá at drekka orkudrykkir.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung