logo
Útgivið 30. juni 2023

Nýggj føðslutilmæli til frama fyri heilsu og umhvørvi


Norðurlendsku føðslutilmælini fyri 2023 vórðu løgd fram á NNR-ráðstevnuni í Reykjavík í farnu viku. Nýggju tilmælini vísa á, at kostur, sum er góður fyri heilsuna ofta eisini er góður fyri umhvørvið. Yvirskipað verður mælt til meira planturíkan kost, meira fisk og minni kjøt.

Eitt djarvt stig fyri burðardyggum kosti. Soleiðis ljóðaði ein av yvirskriftunum, tá NNR2023, Nordic Nutrition Recommendations, vórðu løgd fram á ráðstevnu hjá Norðurlendska ráðharraráðnum í síðstu viku. Her verður sipað til, at nýggjastu tilmælini umframt atlit til heilsuna nú á fyrsta sinni eisini taka atlit til umhvørvið. NNR er vísindaliga grundarlagið fyri føðslutilmælum og matvørugrundaðu kostráðunum í Norðurlondum og í baltisku londunum, og lagt verður við hesum upp til, at burðardygd og heilsa ganga hond í hond, tá tilmæli verða gjørd fyri heilsugóðan kost.

NNR2023 er sætta útgávan av norðurlendsku føðslutilmælunum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum.  Frágreiðingin byggir á eitt vísindaligt undirstøði, har hundraðtals granskarar og serfrøðingar í Norðurlondum og aðrastaðni í heiminum eiga lut í frágreiðingini.

 – NNR2023 leggur fram besta, tøka grundarlagið fyri, hvussu vit kunnu eta til frama fyri heilsuna hjá okkum sjálvum og klótuni. Avgerðin um at taka umhvørvisatlit við í hesa útgávuna er í samsvari við okkara altjóða samtyktir og við norðurlendsku visjónina um at verða mest burðardygga og samfelda økið í heiminum í 2030, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Kosttilmælini

NNR2023 hevur kannað ávirkanina av ymsum føðsluevnum og matvørubólkum, og við støði í kanningunum eru nógvar dagføringar gjørdar í tilmælunum í mun til seinastu frágreiðingina frá 2012.

Fyri at eta heilsu- og umhvørvisvinaligan kost mælir frágreiðingin m.a. til í høvuðsheitum at eta planturíkan kost, nógvan fisk og minni kjøt.

Neyvari frágreiðingar um kanningarnar og tilmælini eru at finna í sjálvari frágreiðingini.

Føroysk kostráð

Umboð fyri Fólkaheilsustýrið luttóku á ráðstevnuni. Tey staðfesta, at sameiningin millum heilsuligu og umhvørvisligu atlitini í nýggju tilmælunum eyðsæð leggur upp til umleggingar í okkara kostmynstri. Tó er neyðugt at taka støði í lokalum viðurskiftum, tá ið arbeitt verður við ítøkiligum kostráðum í ymsu londunum. Í hesum sambandi er neyðugt at fáa til vega viðkomandi føroysk hagtøl at nýta sum grundarlag.

Frágreiðingin leggur eisini upp til, at NNR2023 veitir eitt granskingargrundað undirstøði við tilmælum fyri heilsu, kostnýtslu og umhvørvisávirkan. So er tað lagt út til myndugleikar og politisku skipanirnar at gera ítøkilig kostráð hvør sær á landsstigi, har atlit verður tikið til eitt nú matframleiðslu og atgeingi í lokaløkjunum, eins og hædd verður tikin fyri mentanarligum viðurskiftum.

Treytað av politiskum vilja er næsta stig at seta saman ein føroyskan arbeiðsbólk við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fólkaheilsustýrinum og øðrum viðkomandi stovnum, sum saman kunnu standa fyri at menna almenn kostráð fyri Føroyar við støði í nýggju norðurlendsku tilmælunum.

Frágreiðingin kann lesast í fullari longd her

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung