logo
Útgivið 09. mai 2023

ABC fyri sálarliga heilsu vekir ans á altjóða ráðstevnu


Í farnu viku vóru umboð fyri ABC fyri sálarliga heilsu og Fólkaheilsustýrið á ráðstevnuni “17th World Congress on Public Health” í Rom.  

Í Føroyum, Avstralia, Danmark, Norra og Svøríki verður í løtuni arbeitt við ABC fyri sálarliga heilsu og á ráðstevnuni hittust umboð fyri øll londini fyrstu ferð.  

ABC londini skipaðu í felag fyri verkstovuni ”ABCs of Mental Health Promotion in a World of Turmoil”. Á verkstovuni løgdu vit fram okkara royndir, úrslit og gransking úr øllum ABC-londum. Magni Mohr og Monika Mohr løgdu dent á, hvussu tað ber til at tillaga ABC fyri sálarliga heilsu til eitt lítið samfelag sum Føroyar og seta átakið í verk kring alt landið. Úrslit úr eftirmetingum hjá føroyskum samstarvsfeløgum og ABC úrslit úr ”Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 vóru eisini løgd fram. Verkstovan var eitt gott høvi hjá ABC-londunum at fáa enn betri innlit í arbeiðið hjá hvør øðrum og samstundis geva øðrum londum íblástur til at gerast partur av samstarvinum. Verkstovan gekk avbera væl og hølið var fullsett, og eitt gott kjak var aftaná. Áhoyrarar høvdu stóran áhuga fyri ABC fyri sálarliga heilsu og bæði fólk úr m.a. Belgia, Spania, Italia og Portugal vóru áhugað at taka átakið til sín.

Á ráðstevnuni varð eisini kunngjørt, at ein nýggjur altjóða bólkur fyri sálarliga fólkaheilsu júst er stovnaður. Ein av høvuðspersónunum í hesum arbeiðsbólki var á ABC verkstovuni og hann var hugtikin av arbeiðinum hjá øllum ABC londunum. Eitt umboð fyri ABC londini gjørdist partur av hesum bólki við øðrum høvuðsrøðarum frá ráðstevnuni og tað verður spennandi at fylgja við, hvat hettar fer at hava við sær.

Á fleiri øðrum verkstovum løgdu fyrilestrarhaldarar dent á, at tað hevur týdning at arbeiða tvørtur um geirar, á ymiskum stigum og við samstørvum, tá arbeitt verður við heilsu, sosialari vælveru og burðardygd, og er hetta í samsvari við ABC fyri sálarliga heilsu.

Tilknýtið millum ABC-londini gjørdist tættari og fara londini heilt vist at samstarva enn meira í framtíðini.

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung