logo
Útgivið 21. apríl 2023

Framløga um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum


150 fólk vóru til ráðstevnuna á Setrinum í gjár, sum snúði seg um sálarheilsuna hjá ungdómi. - Vit skulu avrika og renna skjótari og skjótari, segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, m.a. í setanarrøðu sínari.

Ráðstevnan hevði heitið "Hvat bagir?" og setti sjóneykuna á tað, sum kann ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum. Sambært fleiri granskarum er sálarligi trivnaðurin hjá ungum í støðugari afturgongd, hóast ungdómurin í dag søguliga neyvan hevur havt betri fortreytir fyri at støðast í lívinum.

Men hvat er tað, sum bagir?, varð so spurt á ráðstevnuni í dag, har Ole Jacob Madsen, sálarfrøðingur, heimspekingur og professari, Hermundur Sigmundsson, sálarfrøðingur og professari, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Monika Mohr, kandidatur í sálarfrøði og heilsufremjan høvdu framløgu.

Í 2021 fóru Annika og Monika undir eina kvalitativa kanning fyri Fólkaheilsuráðið (ið nú er partur av Fólkaheilsustýrinum) um sálarligu heilsuna hjá ungum í Føroyum. Endamálið við kanningini var at fáa innlit í, hví tað serliga eru tey ungu millum 18-34 ár í Føroyum, ið meta sína sálarligu heilsu vera ringast og hvørji viðurskifti hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá teimum ungu. Trý høvuðsúrslit, sum vóru - ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar í einum lítlum samfelag - blivu løgd fram á ráðstevnuni.

Kelda: setur.fo

 

Onnur kunning

  1. Útgivið 20. nov. 2024
    Nýggjastu føroysku krabbameinstølini tøk á NORDCAN
  2. Útgivið 18. nov. 2024
    Fulltrúi til Heilsustýrið
  3. Útgivið 25. okt. 2024
    Í morgin sløkkja vit saman
  4. Útgivið 15. okt. 2024
    Koppseting móti influensu og COVID-19
  5. Útgivið 10. okt. 2024
    Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
  6. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  7. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  8. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  9. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  10. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  11. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  12. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  13. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  14. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  15. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  16. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  17. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  18. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  19. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  20. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið