logo
Útgivið 15. mars 2023

Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið


Um starvið

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis sera fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði við góðum skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Tú fert saman við leiðsluni at taka tær av ráðleggingini á nýggja stovninum.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru, at:

·        virka sum skrivari hjá stjóranum

·        samskipa fundir

·        samskifta við borgarar vegna stjóra og stovnin

·        málsviðgerð

·        samskiftisuppgávur so sum at leggja út á heimasíðu v.m.

·        skrivarauppgávur annars, herundir málrøkt og rættlestur

·        umsita journalskipan

Førleikakrøv

·        skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving

·        hollar royndir innan almenna fyrisiting og/ella privata vinnu

·        kunnleika til mál

·        hollan kunnleika til skrivligt føroyskt

·        kunnleika til KT á høgum brúkarastigi

·        royndir í at samskifta við fólk á ymiskum stigi

·        góð samstarvs- og samskipanarevni

·        dugir at arbeiða sjálvstøðugt

·        royndir við journalskipan

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett frá 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn

Teldupost: folkaheilsustyrid@folkaheilsustyrid.fo

Umsóknarfreist: 29. mars 2023

www.folkaheilsustyrid.fo

Onnur kunning

  1. Útgivið 04. okt. 2024
    ABC vikan byrjar við sangi
  2. Útgivið 02. okt. 2024
    Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
  3. Útgivið 26. sep. 2024
    Virkin oktober 2024
  4. Útgivið 19. sep. 2024
    Viðmældar koppsetingartíðir
  5. Útgivið 17. sep. 2024
    Heilsubetri matumhvørvi í Føroyum
  6. Útgivið 16. sep. 2024
    Fólkaheilsufrøðingur til Heilsustýrið
  7. Útgivið 06. sep. 2024
    Barnakoppsetingar
  8. Útgivið 30. aug. 2024
    Nýggj norðurlendsk krabbameinstøl
  9. Útgivið 28. aug. 2024
    Fólkaheilsu- & matumhvørvisráðstevna 14. september
  10. Útgivið 16. aug. 2024
    Halda neyvt eyga við mpox-smittu
  11. Útgivið 16. aug. 2024
    Koronufráboðanir
  12. Útgivið 14. aug. 2024
    220 fólk við diabetes 2 til FarGen
  13. Útgivið 01. aug. 2024
    Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
  14. Útgivið 24. jul. 2024
    Send koronufráboðan til Heilsustýrið
  15. Útgivið 15. jul. 2024
    Endurlýsing - KT-fólk til Heilsustýrið
  16. Útgivið 18. jun. 2024
    Starvslesandi til Heilsustýrið
  17. Útgivið 14. jun. 2024
    Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen
  18. Útgivið 12. jun. 2024
    Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini
  19. Útgivið 11. jun. 2024
    Samstarv um føroysk kostráð
  20. Útgivið 03. jun. 2024
    Tíðindaskriv: Nikotin vandamikið fyri børn og ung