53336 Hvussu Hevur Tu Tad Post

Tíðindi

Vinnararnir funnir

27. november 2023

|

Hvussu hevur tú tað 2023

53336 Hvussu Hevur Tu Tad Post

Lutakast hevur nú verið millum øll tey 5.104 fólkini, ið svaraðu spurnablaðnum til stóru Fólkaheilsukanningina ”Hvussu hevur tú tað?” hjá Fólkaheilsustýrinum.

Vinnararnir gjørdust: Sjúrður Norðbúð, Maria Uldall-Jessen og Elin Maria Sørensen. Hjartaliga tillukku tit trý!

Fólkaheilsustýrið takkar enn eina ferð øllum teimum, ið luttóku í fólkaheilsukanningini fyri 2023.