Tíðindi
Umráðandi at kanna og viðgera kynssjúkur
Nýggjastu tølini fyri smittutilburðir við kynssjúku vísa, at kynssjúkur framvegis eru ein avbjóðing í Føroyum. Klamydia er mest vanliga kynssjúkan, men smittutølini fyri gonorre hava verið støðugt vaksandi seinastu árini.
5. februar 2025
|
Kynssjúka
Í 2024 vórðu staðfestir 187 tilburðir av klamydia av 1.979 kannaðum. Hetta samsvarar við 9,45 %. Síðani 2014 hava smittutilburðirnir ligið millum 142 og 261, ella í miðal 197 tilburðir um árið. So talið fyri 2024 er eitt vet lægri enn miðal seinastu árini.
Tølini fyri gonorre vísa eina stóra øking, og í fjør vórðu staðfestir 12 tilburðir, sum er nógv tað mesta seinastu 10 árini. Í tíðarskeiðnum 2014-2021 vórðu staðfestir 0-2 tilburðir árliga í Føroyum, men seinastu trý árini hava tølini verið ávikavist 9, 7 og so 12 tilburðir, so her sæst ein skeiv gongd.
Klamydia og gonorre
Klamydia og gonorre eru bakteriuligar ígerðarsjúkur, sum smitta við óvardum, kynsligum sambandi. Nógv, sum eru smittað, hava eingi sjúkutekin, men tey kunnu kortini smitta onnur.
Klamydia kann hava við sær sviða, tá tú letur vatnið, flot og pínu í undirlívinum. Óviðgjørt klamydia kann elva til ófruktbæri (infertilitet) og bruna í undirlívinum (eggjaleiðarum og hjáeistrum). Gonorre kann elva til somu sjúkutekin og avleiðingar, men kann eisini hava við sær eitt nú bruna í liðum.
Umráðandi við kanning og fyribyrging
Hít veitir góða verju fyri bæði klamydia og gonorre. Eingin koppseting er tøk fyri sjúkurnar, og smittan gevur tær ikki immunitet, tvs. at tú kanst verða smittað/ur fleiri ferðir við somu sjúku. Tí er umráðandi at verja seg.
Um illgruni er um kynssjúku, verður mælt til at lata seg kanna. Tess fyrr smittan verður funnin og viðgjørd, tess lættari er at sleppa undan smittuárinum, og at smittan breiðir seg víðari. Kanningin fer fram hjá kommunulæknanum og fevnir um eina landroynd ella potan. Klamydia og gonorre verða viðgjørd við heilivági.