Tíðindi

Smittutøl fyri november og desember

Í heyst og í vetur hevur krímsjúka herjað um landið. Nógv fólk hava verið sjúk við fepri og hosta.

9. januar 2025

|

Smittutøl

Tøl frá Rannsóknarstovuni hjá Sjúkrahúsverkinum vísa, at flestu innleggingar í hesum sambandi hava verið orsakað av mycoplasma pneumoniae, eisini rópt kaldur lungnabruni.

Henda sjúkan rakar mest andaleiðina og hevur við sær hosta, fepur og høvuðpínu. Hostin kann vera ógvuliga nervandi og plága sjúklingin í fleiri vikur. Serliga ringt er um náttina, og tú kanst vakna ofta orsakað av hostanum.

Fyri aðrar smittusjúkur sæst, at fáir tilburðir hava verið av eitt nú influensu og koronu. Myndin niðanfyri vísir smittutøl fyri ymsu sjúkurnar frá viku 46 til viku 1.

X-ásurin vísir vikunummar, og Y-ásurin vísir tal á tilburðum.