Tíðindi
Orkuleysir orkudrykkir
Hóast navnið orkudrykkur ljóðar lovandi, so hevur drykkurin lítla og onga orku í sær. Talan er í veruleikanum um ein stimbrandi drykk við høgum koffeininnihaldi, ið børn og ung undir 18 ár eru serliga viðkvom fyri.
17. desember 2024
|
Orkudrykkur
Hjáárin av ov nógvari koffeinnýtslu kunnu vera:
Órógvað hjartarútma
Høgt blóðtrýst
Hjartabankan
Andaneyð
Magapína
Vaml
Angist
Órógv
Svøvnórógv
Andvekur
Børn og ung eiga als ikki at drekka ella sleppa at keypa orkudrykkir, og heldur ikki at fáa bjóðað orkudrykk í sambandi við ítrótt.
Orkudrykkir hava litríka, lokkandi útsjónd, teir verða marknaðarførdir á ágangandi hátt og fáast við alskyns lættdrekkandi smakkum í hálvliturs eindum og verða druknir eins skjótt og ein leskidrykkur. Tískil er serliga skjótt hjá kroppum í vøkstri at fáa ov nógv koffein.
Umráðandi er, at børn, ung og foreldur teirra vita um vandarnar við orkudrykkjum, tí ovurnýtsla av koffeini kann hava beinleiðis neilig árin á heilsuna og menningina hjá serliga børnum og ungum.
Heilsustýrið mælir til, at børn og ung sløkkja tostan við vatni, eisini tá tey eru kropsliga virkin.
Les meira um orkudrykkir her.