Katrine Og Randi

Tíðindi

Nýggj starvsfólk

Tvey nýggj starvsfólk eru byrjað í Fólkaheilsustýrinum í summar.

5. juli 2023

|

Starvsfólk

Katrine Og Randi

1. juni byrjaði Randi Saxov í starvi sum leiðsluskrivari. Randi er 55 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum skrivari hjá m.a. kommunu og innan almenna fyrisiting. Umframt at virka sum skrivari fevnir starvið hjá henni um eitt nú samskipan, samskifti, málsviðgerð og journalskipan.

1. juli byrjaði Katrin Eivindardóttir Danielsen í starvi sum fulltrúi. Katrin er 39 ára gomul og hevur PhD í menningarlívfrøði (developmental biology), og hevur arbeitt sum granskari innan arvaligar sjúkur og vanskapan. Hon fer at starvast í Skrásetingareindini við eitt nú at skipa og menna hagtøl og skráir, gera heilsufrágreiðingar og menna eitt undirstøðukervi til persónlagað medisin.