
Tíðindi
Løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið
19. mars 2024
|
Starvslýsing

Starv sum løgfrøðingur til Fólkaheilsustýrið er leyst at søkja við starvssetan eftir nærri avtalu.
Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið umsitur Løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Fólkaheilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.
Fólkaheilsustýrið umsitur m.a. tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Fólkaheilsustýrið umsitur somuleiðis farsóttarøkið við støði í farsóttarlógini og kunngerðum við heimild í farsóttarlógini.
Arbeiðsuppgávur
Fyrisiting innan tey málsøki, sum Fólkaheilsustýrið varðar av.
Tilevna vegleiðingar og leiðbeiningar til heilsulóggávu
Fyrireiking av málum til støðutakan eftir galdandi lóggávu
At veita leiðslu og starvsfólkum í Fólkaheilsystýrinum ráðgeving og vegleiðing
Fyriskipa hoyringar – og viðgera hoyringssvar í sambandi við broytingar á farsóttarøkinum.
Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við farsóttarlógina.
Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur
Førleikakrøv
Løgfrøðiligt kandidatprógv – cand.jur.
Góð samstarvsevni, ert ábyrgdarfull/-ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Dugir at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva/samskifta nógv við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
Áhugi fyri fakøkjunum, sum Fólkaheilsustýrið fevnir um
Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur
Vit bjóða
Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
Møguleikar fyri fakligari menning
Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað
Lønar og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður2, 2. hædd í Tórshavn.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast til
Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100-Tórshavn
ella við telduposti til:
hst@hst.fo
Umsóknir við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. apríl 2024. Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, á tel. 233070 ella bjarni@hst.fo