Tíðindi

Leiðsluskrivari til Fólkaheilsustýrið

15. mars 2023

|

Starvslýsing

Um starvið

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis sera fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði við góðum skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Tú fert saman við leiðsluni at taka tær av ráðleggingini á nýggja stovninum.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru, at:

  • virka sum skrivari hjá stjóranum

  • samskipa fundir

  • samskifta við borgarar vegna stjóra og stovnin

  • málsviðgerð

  • samskiftisuppgávur so sum at leggja út á heimasíðu v.m.

  • skrivarauppgávur annars, herundir málrøkt og rættlestur

  • umsita journalskipan

Førleikakrøv

  • skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving

  • hollar royndir innan almenna fyrisiting og/ella privata vinnu

  • kunnleika til mál

  • hollan kunnleika til skrivligt føroyskt

  • kunnleika til KT á høgum brúkarastigi

  • royndir í at samskifta við fólk á ymiskum stigi

  • góð samstarvs- og samskipanarevni

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt

  • royndir við journalskipan

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett frá 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn

Teldupost: folkaheilsustyrid@folkaheilsustyrid.fo

Umsóknarfreist: 29. mars 2023

www.folkaheilsustyrid.fo