
Tíðindi
Leiðreglur fyri reingerð
22. mai 2024
|
Reingerð

Góðir vanar við reingerð og reinføri eru umráðandi fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing og á henda hátt at fyribyrgja sjúku, sum stendst av bakterium, virusi osfr. Niðanfyri eru almennar leiðreglur fyri reingerð á stovnum. Leiðreglurnar eru at fata sum eitt minstakrav fyri reingerð á stovnum.
Stovnar fyri børn
Daglig reingerð av vesum og eftir tørvi eisini puslipláss.
Daglig reingerð av gólvi, borðum og kontaktflatum (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.).
Leikur skulu vaskast dagliga og eftir tørvi.
Skúlar
Daglig reingerð og eftir tørvi vesi, borð og kontaktflatur (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.). Eisini knappaborð, mús o.l. á tekniskari útgerð.
Eldraøkið
Daglig reingerð av felagsøkjum, møguliga fleiri ferðir dagliga alt eftir, hvussu nógv tað verður nýtt.
Reingerð tvær ferðir dagliga og eftir tørvi á felags vesum og kontaktflatum (handtøk, kontaktir, armlen á stólum o.l.), treytað av hvussu nógv tað verður nýtt.
Viðgerðarhøli og venjingarhøli skulu reingerast eftir brúk, somuleiðis útgerðin, sum verður nýtt.
Íbúðir hjá borgarunum á røktarheimum, sum ikki verður nýtt av starvsfólki og øðrum borgarum, eru persónlig ogn og tí ikki raðfest. Her skal tó gerast reint eftir tørvi, og borgarin má fáa vegleiðing í góðum handreinføri og reinføri sum heild.
Er útbrot av smittandi sjúku staðfest t.d. á einum røktarheimi orsakað av vantandi reingerð, skulu nýggjar leiðreglur gerast. Í tílíkum føri kunnu Heilsustýrið/landslæknin og smittuverjufrøðingur hjálpa.
Eru tilburðir av mótstøðuførum bakterium staðfestir, skulu nýggjar leiðreglur gerast. Í tílíkum føri kunnu Heilsustýrið/landslæknin og smittuverjufrøðingur hjálpa.
Burturkast
Má ikki samlast innandura (vandi fyri flugum og skaðadjórum).
Má ikki liggja soleiðis fyri uttandura, at børn sleppa til.