Legg Av 2023

Tíðindi

Legg av 2024

21. desember 2023

|

Royking

Legg Av 2023

Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsustýrinum, ið er við til at stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.

Stuðlandi sms-boð

Fólkaheilsustýrið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð á telefonina, tá tú hevur tikið avgerðina um, at nú skal tað vera! Tú teknar teg fimm dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stutt, hjálpandi boð, sum stuðla tær í at halda fast í tíni avgerð.

Tilmelding

Tekna teg við at senda eitt sms við tekstinum „GEVST" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi komandi tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis, og tú kanst tekna teg alt árið.