Koppseting Átak2024 Png

Tíðindi

Koppseting móti influensu og COVID-19

15. oktober 2024

|

Koppseting

Koppseting Átak2024 Png

Nú kanst tú biðja tær tíð at verða koppsett/-ur fyri influensu og COVID-19.

Tilboðið um ókeypis koppseting er fyrst og fremst fyri at verja tey, sum eru í øktum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk.

Influensa og COVID-19

Tey, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu og COVID-19 eru m.a.:

  • tey, sum eru 65 ár og eldri

  • fyritíðarpensjónistar

  • tey, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smittað

  • tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju

  • húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki

  • heilsu- og røktarstarvsfólk

  • barnakonur

Tey, sum ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu vanliga verða koppsett við at gjalda fyri hetta sjálvi.

Nærri kunning her.