Mynd Sløkkið Saman

Tíðindi

Í morgin sløkkja vit saman

25. oktober 2024

|

Virkin oktober

Mynd Sløkkið Saman

Hevur tú lyndi til at hyggja eitt sindur ov ofta í telefonina? Ofta hendir tað, at vit leita til skíggjan – bæði tá vit fáast við eitthvørt, og tá vit eru í frið. Uttan at vit varnast tað, kann tíðin við skíggjan eisini vinda uppá seg, so vit sita longur og longur. Kanska er tíð at hyggja upp, steðga á, vera nærverandi og vita, hvat vit kunnu gera í staðin.

Leygardagin 26. oktober heitir átakið hjá Heilsustýrinum, Virkin oktober, á okkum um at vera nærverandi og leggja telefonina oftari til síðis. Tí eggja vit øllum til at sløkkja saman leygardagin, vera nærverandi og fáast við okkurt, ið gevur meining fyri teg. Til ber at sløkkja nakrar tímar, meginpartin av degnum ella kanska allan dagin.

Ert tú við?

Síggj filmin, sum er gjørdur í sambandi við átakið her

Filmurin er gjørdur við íblástri og loyvi frá Headspace í Danmark.