
Tíðindi
Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir
Heilsustýrið hevur farnu vikuna fingið fráboðan frá privatfólki um yvir 70 koronutilburðir. Fráboðanirnar koma, eftir at Heilsustýrið í síðstu viku heitti á fólk um at boða frá, um tey høvdu staðfest koronu við eini heimatest.
1. august 2024
|
Korona

Áheitanin varð send út, av tí at smittutølini frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum ikki vístu nakra smittu við koronu, samstundis sum ógvuliga nógv fólk søgdu seg vera sjúk við koronu. Heilsustýrið vildi tí hava eina hóming av, um hald var í hesum.
Nýggju tølini skulu sjálvsagt takast við stórum fyrivarni. Talið á innkomnum fráboðanum sigur einki um veruligu smittustøðuna í Føroyum í løtuni, men tað gevur ábendingar um eitt ávíst smittutrýst. Heilsustýrið heitir tí framvegis á fólk um at senda fráboðan til hst@hst.fo, um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest. Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:
Navn
Bústaður
Telefonnr.
Føðingardagur
Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu
Viðmerk: Korona