
Tíðindi
Fulltrúi til Heilsustýrið
18. november 2024
|
Starvslýsing

Lýst verður eftir fulltrúa til Heilsustýrið.
Stovnurin
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.
Heilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin umsitur eisini heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið í Føroyum.
Fyri at skipa hetta arbeiðið, hava vit tørv á einum fulltrúa til at byggja upp eitt grundarlag fyri at útinna uppgávurnar hjá stovninum.
Uppgávur
Menna undirstøðukervið til persónlagað medisin
Greining sambært altjóða leisti innan hagtalsviðgerð
Skipa og menna hagtøl á heilsuøkinum
Fyrireika, skipa og menna skráir hjá stovninum
Við støði í kanningar- og granskingarúrslitum vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri átøkum hjá stovninum
Gera heilsufrágreiðingar
Menna eitt undirstøðukervi til heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið
Førleikar
Masterútbúgving í medisinskari lívfrøði ella samsvarandi
Royndir við at fremja royndarstovukanningar
Fyrimunur um tú kennir til sekvensering
Royndir við at greina genetiskar og biokemiskar dátur
Royndir við statistiskum arbeiði, so sum R, Python ella líknandi
Royndir við biostatistikki av sekvensdátum
Royndir við skráseting av heilsudátum
At arbeiða granskingargrundað og greina granskingarúrslit
At gera heilsufrøðiligar frágreiðingar
Góðar førleikar at samskifta kanningarúrslit til einstaklingin
Um teg
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.
Tú hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Viðkomandi teldukunnleiki til vanligu forritini er neyðugur.
Umsókn
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Freistin at søkja er 3. desember 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo ella til Heilsustýrið, Eirargarður 2, 2. hædd, 100 Tórshavn
Fá meiri at vita um Heilsustýrið á www.hst.fo